Hondbóltur
Skansin í málinum, Guðrun í Lágabø, var ovurfegin, tá hon saman við liðfeløgunum í Tjaldri gjørdi seg til reiðar at taka ímóti gullmerkjunum. Hóast VB hevur vunnið nógv seinnu árini, so hevur Guðrun, sum sjálv er úr Vági, ikki verið partur av hesum, tá hon hevur spælt við Kyndli hesi árini.
- Vit hava verið sera uppsettar upp á vinna, tí vit ikki kláraðu tað í steypafinaluni. Vit vildu vinna, og vit vildu vinna í Klaksvík, og tað var nokk tað, sum gjørdi munin.