Steypaliðið heilt úti

So var tað staðfest, sum hevur ligið í luftini í tvær vikur. StÍF verður ikki partur av steypafinaluni í manshondbólti

Hondbóltur

 

Ofta hevur StÍF staðið í truplari støðu í steypakappingini. Men eins ofta hava teir vent hesum, tá liðið hevur vunnið sær pláss í steypafinaluni.

Í gjárkvøldið var tó einki at gera. Í fyrsta lagi hevði Kyndil longu eina trivaliga leiðslu undan dystinum, og í øðrum lagi gav Kyndil ongan tíð tekin um at sleppa hesi leiðsluni.

Tvørtur ímóti var talan fyri tað mesta um ein dyst, har Kyndil helt seg eitt og tvey mál frammanfyri, og tær fáu ferðirnar, at StÍF royndi at sprutta, vóru teir grønu skjótir at svara aftur, soleiðis at spenningurin ikki skuldi verða óneyðuga stórur.

Eina lítla løtu miðskeiðis í seinna hálvleiki fingu heimamenninir nakað av ferð á, men tað gjørdist ongan tíð til meira enn hálvt, og so høvdu teir ikki sálarliga yvirskotið til veruliga at fáa ketilin upp á kók.

Ístaðin kundi Kyndil seta trumf á seinastu løtuna og soleiðis ruddiliga staðfesta tað, sum eingin annar hevur megnað síðani ár 2000.

 

Fakta um dystin

StÍF-Kyndil 24-26 (10-11)

Kyndil í finaluna við 49-39

10 min: 2-3

20 min: 6-6

40 min: 16-17

50 min: 20-19

Málskjúttar

StÍF: Cristian Preda 6, Mortan Hansen 6(1), Alexandur Johansen 4, Sveinur Justinussen 4(1), Jóanes Prestá 2, Bárður Danielsen 1, Borgar Danielsen 1

Brotskøst: StÍF 3, Kyndil 2

Útvísingar: StÍF 4, Kyndil 5

Dómarar: Karstin Joensen & Kristian Joensen