Jóannes Hansen
Steypafinalan í fótbólti í 2005 var søgulig. Tað eru 50 ár síðani, at tað varð farið undir steypakappingina, og finalan hesa ferð var tann 50. í hesa hálvu øldina.
Um finalur høvdu havt verið spældar á hvørjum ári, so hevði finalan hesa ferð sjálvandi havt verið tann 51.. Men í 1970 varð eingin finala spæld. HB og KÍ høvdu kvalifiserað seg til endauppgerðina, men tá ið tað ikki fekst semja um, hvar finalan skuldi spælast, so strikaði ÍSF, sum tá hevði ábyrgdina av fótbóltinum, finaludystin.
Fyrsta steypakappingin var í 1955. Tá varð spælt um Ísafjarðarbikarið. Í 1965 varð farið undir kappingina um fyrstu Ísafjarðarsúluna, og fram til og við 1988 varð spælt um tríggjar súlur. Síðani hevur verið spælt um Løgmanssteypið.
HB hevur verið nógv tað besta steypaliðið. Havnar Bóltfelag hevur vunnið steypakappingina 26 ferðir ella oftari, enn øll hini feløgini tilsaman hava vunnið kappingina. HB hevur vunnið Ísafjarðarbikarið, tríggjar Ísafjarðarsúlur og eitt Løgmanssteyp til ognar.
Næstbesta steypaliðið er nú GÍ við seks finalusigrum. KÍ og TB hava vunnið fimm ferðir, B36 hevur vunnið fýra ferðir. Hinir vinnararnir hava verið NSÍ, sum hevur vunnið tvær ferðir, og VB og B71, sum hava vunnið eina ferð í part. Hvussu stórur HB leikluturin hevur verið í steypakappingini, sást eisini aftur í, at teir umframt at hava vunnið 26 ferðir, níggju ferðir hava verið tapandi finaluliðið. HB hevur altso verið annar parturin av 35 av teimum hálvt hundrað finalunum!
Ásetingarnar og gongdin
Reglurnar fyri steypakappingina hava verið tær somu øll árini. Ásetingarnar hava sagt, at kappingin um steypið er í tíggju ár, og at tað felagið, sum eftir tíggju ár hevur vunnið oftari enn hini feløgini, hevur vunnið steypið til ognar. Um eitt felag, áðrenn tíggju ára skeiðið er runnið, hevur vunnið so mikið ofta, at tað ikki er møguleiki hjá øðrum felag í tíggju ára skeiðnum at vinna fleiri ferðir enn hetta felagið, so er kappingin lokin.
Um einki felag hevur vunnið fleiri ferðir enn okkurt annað felag, tá ið tíggju ára skeiðið er runnið, verður hildið fram við kappingini, inntil eitt felag hevur vunnið fleiri ferðir enn nakað annað felag. Higartil hevur ikki verið neyðugt at nýta hesa regluna.
Fyrsta kappingin var í tíggju ár. Tá hevði HB vunnið seks ferðir og TB fýra ferðir. Onnur kappingin var í níggju ár. Tá er 1970, tá eingin finala varð spæld, roknað uppí. HB vann kappingina um fyrstu súluna fimm ferðir.
Styttsta kappingin var tann um aðru súluna. Hon var í sjey ár. Tá hevði HB vunnið fimm ferðir, og tá ið VB og TB harafturat høvdu vunnið eina ferð í part, bar tað ikki nøkrum felag til at fáa HB aftur.
Kappingin um triðju súluna var í átta ár, áðrenn HB hevði vunnið fimm ferðir og harvið súluna til ognar, tí GÍ hevði vunnið tvær ferðir og NSÍ eina ferð.
Kappingin um fyrsta Løgmanssteypið var í tíggju ár. Tá ið hon var lokin í 1998 hevði HB vunnið fýra ferðir, KÍ og GÍ høvdu vunnið tvær ferðir í part, og B36 og B71 áttu hvønn sín lut í steypinum.
Síðani 1999 hevur verið kappast um annað Løgmanssteypið. Kappingin verður liðug í 2008. Higartil hava B36 og GÍ vunnið tvær ferðir, og KÍ, NSÍ og HB hava vunnið eina ferð í part. Trý kappingarár eru eftir at stríðast í. Hóast HB er verri fyri hesa ferð, enn teir hava verið í øllum hinum fimm kappingunum, so hava teir framvegis møguleika at ogna sær annað Løgmanssteypið.
Fýra feløg hava verið í finalum, uttan at tað hevur eydnast teimum at vinna steypakappingina. ÍF tapti á Ólavsøku fjórðu finaluna. Í 1975, 1982 og í 1987 taptu teir móti HB, og hesa ferð taptu teir móti GÍ. ÍF hevur spælt seks finaludystir. Í 1975 spældu teir bæði á heimavølli og útivølli móti HB, í 1982 spældu teir eina finalu móti HB, og í 1987 var neyðugt við umdysti, áðrenn ÍF, sum hetta árið spældi í 2. deild, hevði yvirgivið seg til HB.
Hvalbingar vóru í finaluni í 1983, eftir at teir í hálvfinaluni høvdu gjørt av við HB Men í finaluni noyddust teir at lúta 5-1 fyri GÍ, eftir at Royn eina løtu hevði verið á odda.
Gylta skeiðið hjá LÌF í bestu deildini var í áttati árunum. Í 1986 vóru teir í steypafinaluni móti NSÍ. Leirvíkingar vóru á odda í steðginum, men teir taptu 2-1. B68 var fyri fyrstu og einastu ferð í finaluni í 1995, og teir taptu greitt fyri HB.
Leisturin
Tey fyrstu árini var kappingin heldur enn ikki óruddulig. Ósemja var um nær og hvar tað skuldi spælast. Stevnudystirnir, sum ikki vóru landskappingardystir, men viðhvørt vóru steypadystir, fóru við vikuskiftunum á hásumri. Tí kendist tað torført at finna pláss fyri kappingini um Ísafjarðarbikarið.
Tvey tey fyrstu árini varð spælt heima og úti. Men frá 1957 og fram til og við 1964, tá ið kappingin um bikarið var av, varð kappingin avgreidd eftir einum vikuskifti.
TB, B36 og HB luttóku øll árini, sum tað varð kappast um bikarið. KÍ var við í 1955 og 1957. Annars luttóku klaksvíkingar ikki í kappingini. VB luttók í steypakappingini frá 1956 og til og við 1959, tá ið teir hildu seg til í meistaradeildini. Seinna helmingin av skeiðnum, sum tað varð kappast um bikarið, vóru tað bara TB, B36 og HB, sum tóku lut.
Síðani farið varð undir kappingina um fyrstu Ísafjarðarsúluna í 1965, hava øll feløgini í bestu deildini tikið lut. Í 1965 vóru tey fýra - KÍ, HB, B36 og TB. Í 1966 kom VB afturat, og síðani í 1971, tá ið ÍF á fyrsta sinni bjóðaði seg fram í fremstu deildini, hava tað í hvussu so er verið seks feløg, sum hava luttikið í steypakappingini.
Í 1974 varð skipað fyri tveimum steypakappingum. Umframt kappingini um Ísafjarðarsúluna, sum bara liðini í bestu deildini kundu kappast um, varð skipað fyri steypakapping, sum nevndist kappingin um Felagssteypið. Hon var fyri øll liðini í meistaradeildini og miðaldeildini. Merkisvert var tað, at VB hetta árið vann bæði kappingina um Ísafjarðarsúluna og kappingina um Felagssteypið.
Í 1974 varð eisini ásett, at tvær finalur skuldu spælast - ein á útivølli og ein á heimavølli. Hetta var galdandi fram til og við 1978. Í 1979 varð kappingin víðkað til at fevna um øll liðini í trimum teimum ovastu deildun-um, og í 1983 varð hetta broytt aftur soleiðis, at nú skuldi kappingin bara vera fyri besta liðið hjá øllum feløgunum.
Síðani 1995 hevur bólkaumfar verið, áðrenn rokkið hevur verið til fjórðingsfinalurnar.
Í fjør varð farið undir nýggja steypakapping. Hon er ætlað feløgunum, sum ikki eru umboðað í bestu deildini. Í fjør vann B71 tað kappingina, og í ár var tað B68, sum varð vinnari. Teir vunnu í finaluni á B71.
Finalustaðurin
Síðani tað varð farið at kappast um Løgmanssteypið hava allar finalurnar verið í Havnini, og síðani 2000 hevur finalan verið á Tórsvølli, har finalurnar síðani í 2001 hava verið spældar ólavsøkudag.
Tað var eitt sindur ymiskt, hvar finalurnar vórðu spældar, tá ið tað varð spælt um bikar og súlur. Meðan kappast varð um Ísafjarðarbikarið vóru allar finalurnar á Tvøroyri og í Havnini. Fyrsta finalan á Sevmýri var í 1958, og har varð eisini spælt í 1961 og í 1964, tá ið fyrri finaludysturin millum B36 og HB var á Sevmýri.
Eftir longdu leiktíðina, sum var inntil Smiril var um at loysa og fara norður til Havnar, stóð framvegis á jøvnum 1-1. Nýggj finala varð spæld í Gundadali. Tá var úrslitið 3-3. Eftir tvær ferðir eitt korter longda leiktíð varð spælt, inntil annar parturin fekk mál, og tað fekk HB, tá ið bara tveir minuttir vóru farnir. Samantalda finalutíðin hevði tá verið umleið fýra og ein hálvan tíma. Saman við tríggjar ferðir 90 minuttir, sum finalan í 1978 millum HB og TB vardi (sí niðanfyri), hevur hetta verið drúgvasta finalan í steypakappingini hesa hálvu øldina.
Fyrsta finalan um Ísafjarðarsúlu - í 1965 millum B36 og HB - var í Gundadali. Í 1966 og í 1967 vóru finalurnar á nýggja vøllinum í Gøtu, har KÍ tókst við ávikavíst HB og B36.
Síðani 1968 hava flestu finalurnar verið í Havnini. Undan-tøkini vóru í sjeyti árunum, tá ið tvær finalur vórðu spældar á heimavølli og útivølli, í 1984, tá ið GÍ og HB spældu á Skála, og í 1985, tá ið GÍ og NSÍ spældu í Fuglafirði.
1978 var merkisvert á tann hátt, at tað fyri fyrstu og einastu ferð vórðu spældar tríggjar finalur. HB og TB vunnu bæði 2-1 á heimavølli. Triði og avgerandi dysturin varð spældur á Sandi, og tá vann HB 3-1.
Miðskeiðis í áttati árunum kendist tað sum um, at steypakappingin átti ongan góðan. Finalan á Skála í 1984 varð avgreidd eitt yrkakvøld, og soleiðis var tað eisini, tá ið GÍ árið eftir - í 1985 - vann móti NSÍ í Fuglafirði.
Hetta árið var um reppið, at finalan ikki varð spæld. Tað var avgjørt í FSF, at finalan skuldi spælast á Ólavsøku. Men tað fekst ikki semja millum býráðið og Fótbóltssambandið um, hvørjar treytirnar skuldu vera fyri, at steypafinalan varð á ovara vølli, har havnarfeløgini plagdu at spæla ólavsøkudystir.
Merkisvert var tað eisini, at tá ið gøtumenn á mikkjalsmessu høvdu vunnið finaluna í Fuglafirði, fingu teir einki steyp. Fyri fyrstu ferð vórðu heiðurskrónur handaðar, men steypið kom ikki til Gøtu fyrrenn fleiri vikur eftir, at GÍ hevði bast NSÍ!
Tey fyrstu árini, tá ið spælt varð um Løgmanssteypið, søgdu ásetingarnar, at um tað stóð á jøvnum eftir vanliga leiktíð, so skuldi nýggjur dystur spælast. Um tað tá stóð á jøvnum eftir vanliga leiktíð, skuldi farast til longda leiktíð og síðani brotssparkskapping. Ásetingin varð broytt eftir 1996 finalurnar millum GÍ og HB. Broytingin komst av, at tað vísti seg trupult at finna nýggjan finaludag, eftir at feløgini vóru farin at luttaka í Europa Cup, at tað viðhvørt kendist sum at eta upphitað, tá ið umdysturin var á skránni, og eisini at tað ikki kendist serliga heiðurligt, at Løgmaður skuldi fara til hús, uttan at hava havt møguleika at handa steypið, sum hann var komin í Gundadal fyri at handa.
Søgan um bikarið og súlurnar
At Ísafjarðarbikarið og Ísafjarðarsúlan í 34 ár vóru hugtøk í steypakappingini komst ikki av ongum. Jógvan Arge greiðir soleiðis frá HB vitjanini í Íslandi í 1954, sum var orsøk til bikar og súlur:
"HB spældi víða um landið. 13. august varð farið úr Reykjavík til Ísafjarðar við bussi. Í fjúrtan tímar koyrdu teir yvir dalar og fjøll, og stór mannamúgva tók ímóti teimum, tá teir komu fram. Fyrsti dysturin varð spældur móti úrvalsliði úr Hørði og Vestri".
Og eitt sindur seinni sigur hann soleiðis:
"Á Ísafirði hevði HB fingið handaða eina gávu (frá Hørði og Vestri) at bera Ítróttarsambandi Føroya. Gávan var eitt prýðiligt silvurbikar, sum varð latið føroyskum fótbóltsliðum at spæla um.
ÍSF gjørdi av, at meistaradeildin skuldi spæla um Ísafjarðarbikarið í eini steypakapping, sum var uttanfyri landskappingina. Fyrsta kappingin skuldi vera í 1955".
Soleiðis kom føroyska steypakappingin í lag fyri hálvari øld síðani. Tá ið Hørður og Vestri á Ísafirði høvdu latið eitt bikar og tríggar súlur at kappast um, broyttist kappingin. Síðani 1989 hevur verið kappast um Løgmanssteypið, sum Landsstýrið hevur givið. Frammanundan hevði Løgmaður ofta handað steypið. Síðani 1989 hevur tað verið partur av kappingini um Løgmanssteypið, at Løgmaður handar vinnaranum steypið.
Tey fyrstu mongu árini snúði tað seg um steypið og æruna og heiðurin at kalla seg steypavinnari. Síðani 1985 hava luttakararnir á vinnandi liðnum fingið gullkrónur og teir á tapandi liðnum silvurkrónur.
Síðani 1991 hevur tað verið eyka gularót, at steypavinnarin hevur átt rætt at taka lut í Europa Cup kappingini. B36 var fyrsta steypavinnarin, sum í 1992 tók lut í hesi kappingini.
Steypafinalur 1955-2004
Ísafjarðarbikarið
1955: HB-KÍ 3-1
1956: TB-VB 5-2
1957: HB-KÍ 1-0
1958: TB-HB 5-3
1959: HB-B36 1-0
1960: TB-HB 3-0
1961: TB-B36 2-0
1962: HB-TB 2-1 e.l.l.
1963: HB-B36 7-1
1964: HB-B36 3-3 e.l.l
1964: HB-B36 4-3 e.l.l. (bikarið ogn hjá HB)
1. Ísafjarðarsúlan
1965: B36-HB 3-2
1966: KÍ-HB 4-2
1967: KÍ-B36 6-2
1968: HB-B36 2-1
1969: HB-B36 2-0
1970: finalan strikað
1971: HB-TB 9-0
1972: HB-B36 6-1
1973: HB-KÍ 3-1 (súlan ogn hjá HB)
2. Ísafjarðarsúlan
1974: VB-HB 4-0
1974: HB-VB 5-3
1975: ÍF-HB 2-5
1975: HB-ÍF 2-2
1976: KÍ-HB 0-1
1976: HB-KÍ 3-0
1977: TB-VB 1-3
1977: VB-TB 0-3
1978: TB-HB 2-1
1978: HB-TB 2-1
1978: HB-TB 3-1
1979: HB-KÍ 5-0
1980: HB-NSÍ 2-0 (súlan ogn hjá HB)
3. Ísafjarðarsúlan
1981: HB-TB 5-1
1982: HB-ÍF 2-1
1983: GÍ-Royn 5-1
1984: HB-GÍ 2-0
1985: GÍ-NSÍ 4-2
1986: NSÍ-LÍF 2-1
1987: HB-ÍF 2-2
1987: HB-ÍF 3-0
1988: HB-NSÍ 1-0 (súlan ogn hjá HB)
1. Løgmanssteypið
1989: HB-B71 1-1
1989: HB-B71 2-0
1990: KÍ-GÍ 6-1
1991: B36-HB 1-0
1992: HB-KÍ 1-0
1993: B71-HB 1-1
1993: B71-HB 2-1
1994: KÍ-B71 2-1
1995: HB-B68 3-1
1996: GÍ-HB 2-2 e.l.l.
1996: GÍ-HB 5-3
1997: GÍ-VB 6-0
1998: HB-KÍ 2-0 (steypið ogn hjá HB)
2. Løgmanssteypið
1999: KÍ-B36 3-1
2000: GÍ-HB 1-0
2001: B36-KÍ 1-0
2002: NSÍ-HB 2-1
2003: B36-GÍ 3-1 e.l.l.
2004: HB-NSÍ 3-1
2005: GÍ-ÍF 4-1
Kappingin um annað Løgmanssteypið verður liðug í 2008. Um einki felag tá hevur vunnið oftari enn onnur feløg, verður hildið fram, inntil eitt felag hevur vunnið oftari enn nakað annað felag. Higartil hava B36 og GÍ vunnið tvær ferðir, og KÍ, NSÍ og HB vunnið eina ferð í part.