Tá aðalfundurin var liðugur leygardagin varð lutur kastaður um, hvussu tað skal spælast í steypakappingini hjá monnum.
Í fjør vann HB løgmanssteypið til ognar, og tí er neyðugt at fáa nýt steyp at spæla um. Fótbóltssambandið roynir at fáa ein sponsor at spýta pengar í tey komandi árini, men higartil hevur tað ikki eydnast.
Í fjør varð gjørt av, at talið á bólkum skuldi lækkast úr fýra niður í tríggjar. Hetta varð gjørt fyri at fáa eina meiri tætta bólkakapping.
Lutakastið fall soleiðis:
Innleiðandi umfarið 14. mars:
Royn-Skála (v1)
EB/Streymur-AB (v2)
1. umfar 21. mars:
LÍF-v2 (v3)
B71-v1 (v4)
TB-FSV (v5)
Bólkasamansetingin:
Bólkur 1: HB, ÍF, GÍ og v4.
Bólkur 2: KÍ, B68, VB og v5.
Bólkur 3: B36, Sumba, NSÍ og v3.
Í bólkunum verður spælt 28. mars, 1., 3., 5., 11. og 18. apríl.
Fjórðingsfinalurnar verða 30. apríl, og tá verður spælt soleiðis:
B1 1 - næstbesti tríarin (1)
B2 1 - B 1 2 (2)
B3 1 - B 3 2 (3)
B2 2 - besti tríarin (4)
Fyrra hálvfinalan verður 13. mai, og tá spæla:
v 3 - v 4
v 2 - v 1
Seinnu hálvfinalurnar verða 24. mai, og tá spæla:
v 4 - v 3
v 1 - v 2
Finalan verður 4. juli í Gundadali.