Steypakappingar lidnar

Fimleikur - Tær tríggjar steypakappingarnar í amboðsfimleiki, sum plaga at vera tíðliga á árinum, eru nú farnar aftur um bak. Seinasta av teimum var leygardagin

Leygardagin var triðja og seinasta steypakappingin í amboðsfimleiki í Fimi í Havn. Frammanundan høvdu kappingar verið leygardagin 5. febr­uar og leygardagin 22. januar.
Tó vóru tað bert konufólk, ið vóru við til ta fyrstu kappingina, so tí høvdu mannfólkini so mikið meira at gera í aðru kappingini, tí tá vóru tríggjar greinir á skránni hjá teim­um ein og sama dag.
Orsøkin til tað var, at tað eydn­aðist ikki at fáa dómarar til kapp­ingar­nar hjá monnunum beinan­vegin, so tí gjørdust tað bara tvær steypa­kappingar hjá monnum, mans­ung­lingum, dreingjum og smá­dreingj­um.
Niðanfyri hava vit tikið saman um allar tríggjar steypa­kapp­ingar­nar, so ein hóming fæst av, hvørjir fimleikarar serliga hava út­merkað seg. Harumframt hava vit eis­ini aðrastaðni á hesi síðu úrs­litini hjá trimum teimum bestu í hvørjari grein frá steypakappingini leygardagin.

Kristina var best
Hjá kvinnunum var Kristina Toftegaard úr Havnar Fimleika­felag tann stóri vinnarin í steypa­kappingunum, tí hon vann í trimum av fýra greinum. Leygardagin vann hon á gólvi, umframt at hon eis­ini vann kappingarnar í lopi og á bita. Í forskotnari barr gjørdist tað hinvegin Katrin Wardum, somu­leiðis úr Havnar Fimleikafelag, ið vann.
Øssur Debes Eiriksfoss hevur verið tann drúgvasti hjá monn­unum. Hann vann leygardagin bæði í ringum og lopi, umframt at hann fyrr hevði vunnið í rekk. Rósing Dam hevði frammanundan vunn­ið á gólvi og í barr. Báðir eru úr Havnar Fimleika­felag.
Í steypakappingini leygardagin var Eyðvør W. Samuelsen úr Ljós­inum best hjá kvinnuunglingum á gólvi, men annars eydnaðist Anniku B. Hansen úr Støkk at vinna bæði í for­skotnari barr og á bita í undan­farnu kappingunum, og Bára Persson úr Havnar Fimleikafelag vann ta einu kappingina í lopi.
Kappingin hjá mansunglingum hevur verið millum tveir fimleikarar úr Havnar Fimleikafelag, Pætur Jacobsen og Sofus Andreasen, og teir hava vunnið aðru hvørja grein. Leygardagin vann Pætur í lopi og Sofus í ringum, men í fyrru kapp­ingini vann Pætur vunnið á gólvi og í barr, og Sofus vann í rekk.

Vann fimm av seks
Marianna G. Eystberg úr Ljós­inum vann á gólvinum hjá gentum leygardagin. Í aðru steypa­kapp­ingini vann Bjørt H. Joensen úr HF í forskotnari barr og lopi, og Lív B. Árting vann á gólvinum í tí fyrstu av teim­um trimum kappingunum.
Bartal Wardum úr Havnar Fimleika­felag var stóri slúkurin hjá dreingjum, tí hann vann tilsamans fimm av seks greinum. Hann vann á gólvi, í rekk, barr, ringum og lopi, men leygardagin vann Rani Petersen úr Havnar Fimleikafelag í lopi.
Hjá smádreingjum var Hannes Agnarson úr Havnar Fimleikafelag um vikuskiftið bestur í ringum og beinsveiggi, og í fyrru steypa­kappingini hjá teimum vann hann eisini í rekk og barr. Aron Jacobsen úr Havnar Fimleikafelag var leygar­dagin bestur í lopi, og hann vann eisini á gólvi í tí fyrru steypa­kapp­ingini.