Steypakapping í styrkilyfti

8. mars verður steypakapping í styrkislyfti í Yndi Fitness í Havn

Í vetur vóru hølini karmur um fyrstu FM-kappingini í styrkilyfti í fleiri ár, og tá vóru boðini, at talan nú skuldi verða um meira regluligarkappingar. Steypakappingin annan leygardag verður skipað eftir altjóða reglunum, og síggjast hesar millum annað á heimasíðuni, www.yndi.fo. Kappingin verður skipað fyri bæði kvinnur og menn, og verða fyrstu tøkini tikin klokkan 16.