Í dag verður fyrra steypakappingin í estetiskum fimleiki í ítróttarhøllini á Kambsdali.
24 lið hava meldað luttøku. Bólkarnir verða pinkur, smágentur, gentur kvinnuunglingar og kvinnur.
Feløgini, sum hava meldað til, eru:
Flog 2 lið
Støkk 8 lið
Ljósið 5 lið
Havnar Fimleikafelag 9 lið.
Kappingin byrjar við teimum yngru tað vil siga pinkum, smágentum og gentum, so verður heiðurmerkjahandan, og víðari kappast kvinnuunglingar og at enda kvinnur.