Steypahetjan heldur fram í Kyndli

Kyndil hevur longt sáttmálan við steypahetjuna

Kyndil boðar frá, at felagið hevur longt sáttmálan við málverjan Jovanu Stranjanac. Hon var besti spælarin á vøllinum, tá kyndilskvinnur vunnu steypafinaluna móti VÍF. Hon fekk 10 av 10 í spælarametingunum í ÍtróttarSosialinum.

 

- Vit í Kyndli eru fegin um, at okkara frálíki málverji tekur eitt tørn afturat í felagnum. Jovana trívist sera væl í Kyndli og í Føroyum og tað var eingin ivi frá hennara síðu, at halda fram, skrivar heimasíðan hjá Kyndli.

 

Kyndil.fo skrivar, at málverjin trívist væl í Føroyum, og tí var eingin ivi frá hennara síðu um, at hon vildi taka eitt tørn afturat í Føroyum. 25 ára gamla Jovana Stranjanac kom til felagið í heyst. Hon hevur annars spælt í Serbia alla sína yrkisleið.