Steypaflogbóltur í januar

Fyrsti dysturin í steypakappingini í flogbólti hetta kappingarárið verður í annaðkvøld

Mikukvøldið verður fyrsti dysturin í steypakappingini í flogbólti hetta kappingarárið, tá kvinnurnar hjá Mjølni og Ternuni møtast í Badmintonhøllini í Klaksvík. 

 

Og næstu tvær vikurnar fara Føroya Tele-deildirnar hjá bæði monnum og kvinnum at liggja stillar, meðan funnið verður fram til, hvørji tey fýra liðini verða, sum spæla seg í hálvfinalurnar, sum verða spældar í Badmintonhøllini í Klaksvík 12. februar. 

 

Tvey tey fremstu liðini í hvørjum bólki vinna sær sæti í hálvfinalunum.

 

Í bólki 1 hjá kvinnunum eru Mjølnir, SÍ, KÍF og Ternan. Í bólki 2 eru trý lið: Fleyr, TB og Dráttur.

 

Hjá monnunum eru tveir bólkar við trimum liðum. Í bólki 1 eru ÍF, SÍ og Ternan, og í bólki 2 eru Fleyr, Mjølnir A og Mjølnir B.

 

Finalurnar í steypakappingini vera spældar í høllini á Hálsi 26. februar.

 

Í fjør vunnu kvinnurnar hjá SÍ steypafinaluna eftir dramatiskan 5-settara ímóti Drátti, og hjá monnunum var ikki minni drama, tá ÍF tryggjaði sær steypið eftir 3-2 sigur á Mjølni.