Fótbóltssambandið hevur nú kunngjørt, nær tær báðar steypafinalurnar hjá kvinnum og monnum verða leiktar.
Tíðspunktini eru broytt soleiðis, at finalan hjá monnum verður leikt tann 29.juli klokkan 15.30 á Tórsvølli. Tað eru B36 og GÍ, sum eru liðini í finaluni.
Finalan hjá kvinnum verður leikt á ovara vølli í Gundadali tann 29. juli, og tann dysturin verður bríkslaður í gongd klokkan 13. Tað eru KÍ og HB, sum møtast í finaluni hjá kvinnum.