Steypafinalur: Eingin atgongumerkjasøla hjá teimum vaksnu

Steypafinalurnar í flogbólti í ár verða serligar. Tað verður avmarkað, hvussu nógv fólk kunnu koma inn og tí verða ongi atgongumekri til tey vaksnu, boðar Flogbóltssambandið frá.

- Tað hevur við sær, at liðini í steypafinalunum í Meistaradeildini hjá kvinnum og monnum hava fingið atgongumerki sendandi til síni viðhaldsfólk. Hetta er dysturin klokkan 13.30 millum Drátt og SÍ, og dysturin klokkan 16.00 millum ÍF og Mjølnir. FBF samskiftir beinleiðis við hesi feløgini um mannagongdir, skrivar Flogbóltssambandið.

Flogbóltssambandið leggur afturat, at tað tíverri ikki rúm fyri, at viðhaldsfólk hjá hinum feløgunum kunnu koma við.

- Vónandi verður hetta fyrstu og síðstu ferð, vit mugu hava hesar avmarkingarnar. Tað verður eingin leysasøla við dyrnar til steypafinalurnar hjá kvinnunum millum Drátt og SÍ og hjá monnunum millum ÍF og Mjølnir. Fólk við ongum atgongumerki sleppa ikki inn og kunnu ikki keypa atgongumerki við dyrnar, skrivar Flogbóltssambandið.