Steypafinalan verður í Klaksvík

Stendur tað til Fótbóltssambandið verður steypafinalan aftur spæld á Summarfestivalinum í ár. Tað er staðfest í dystarskránni, sum er sent feløgunum til hoyringar

Finalan í kappingini um Løgmanssteypið verður spæld tann 5. august. Vøllurin á Djúpumýru í Klaksvík verður karmur um dystin.
Tað leggur Fótbóltssambandið upp til í dystarskránni, sum er sent feløgunum til hoyringar.

Fekst ikki semja
Tað fekst ikki semja í fjør millum Fótbóltssambandið og Tórshavnar kommunu um, hvussu nógv tað skuldi kosta Fótbóltssambandinum at brúka ovara vøll í Gundadali á ólavsøku.
Ósemjan snúði seg um, at Tórshavnar kommuna vil hava 100.000 krónur fyri at lata ovara vøll í Gundadali til steypafinaluna á ólavsøku. Tað var FSF ikki sinnað at rinda.
Klaksvíkar býráð vendi sær til Fótbóltssambandið við einum tilboði um, at finalan varð spæld í Klaksvík. Semja var um, at steypafinalan varð spæld á Summarfestivalinum, og at einki tónleikatiltak varð, meðan finalan varð spæld.
Tað eydnaðist sum heild væl.

Verður í Klaksvík
Sunniva Kollslíð, kappingarleiðari í FSF, hevur uppskotið til dystarskránna um hendi. Hon var ikki at hitta fyrrapartin, áðrenn blaðið fór til prentingar.
Men uppskotið hjá Fótbóltssambandið leggur upp til, at steypafinalan verður spæld fríggjadagin tann 5. august. Tað stendur ikki, at dysturin verður í Klaksvík, men tá Summarfestivalurin er í døgunum frá 4. til 6. august, er sera sannlíkt, at FSF letur klaksvíkingar standa fyri dystinum í ár.
Tað stendur eisini í dystarskránni, at spælafinalan verður møguliga spæld tann 20. august. Orsøkin er helst, at um Summarfestivalurin og býráðið í Klaksvík ikki vilja hýsa steypafinaluni, verður dysturin fluttur góðar 14 dagar fram. Tað tykist hinvegin lítið sannlíkt, tí klaksvíkingar stórfegnaðust um tiltakið í fjør.