Føroyska fótbóltskappingin í 1999 verður frá mitt í mars, tá fyrstu dystirnir í steypakappingini verða spældir og til fyrsta vikuskiftið í oktober, tá 18. og síðsta umfarið í landskappingini í 1. deild verður avgreitt.
Hetta eru ætlanirnar hjá FSF, sum nú arbeiðir víðari og fer at hava uppskot um sjálva kappingina greitt undan aðalfundinum, sum verður eina ferð eftir ársskiftið.
Tað er eisini greitt, at steypafinalurnar verða undan summarsteðginum. Finalan í kappingini um løgmanssteypið verður fyrsta vikuskiftið í juli ella mitt í viku síðst í juni mánaði. Hetta upplýsir Dánjal Andreasen, formaður í kappingarnevndini.
3. deild fylgir umførunum í 1. deild størsta partin av kappingini, men endar eitt umfar áðrenn 1. deild. Tá verður síðsta umfarið í 2. deild eisini spælt. Fyrsta umfarið í 2. deild verður spælt fyrsta vikuskiftið í mai.
Landsliðið fer at spæla tveir EM undankappingardystir í vikuskiftum í komandi kappingarári. Tá er ætlanin at tað skal spælast í 2. deild, meðan 1. deild sjálvsagt fer at halda frí.