Fótbóltur
Seinnu hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið verða nú mikukvøldið. Nær finalan verður er ógreitt.
Á fundinum millum fótbóltsfeløgini og FSF í gjárkvøldið var breið semja um, at landskappingin skal halda fram soleiðis, sum hon er ásett í skipanini. Tað vil siga, at 25. umfar verður spælt 1. oktober, sum kappingarnevndin annars hevði ásett skuldi vera steypafinaludagur.
Kappingarnevndin spurdi seg fyri, og fundurin í gjárkvøldið var samdur um, at tað hevði verið sera óheppið, um steðgur hevði verið í Formuladeildini í tríggjar vikur - frá sunnudegnum 24. september, sum er í morgin, og fram til 15. oktober (orsaka av landsdysti verður einki umfar 8. oktober).
Í morgin verður 24. umfar, og næsta sunnudag, sum er 1. oktober, verður 25. umfar á skránni. 15. oktober verður 26. umfar, og 27. og síðsta umfarið verður leygardagin 21. oktober.
Í næstu viku verður støða tikin til, nær finalan um Løgmanssteypið skal spælast.