FSF boðar nú frá, at finalan í kappingini um Løgmanssteypið ikki verður spæld sum ætlað leygardagin. Dysturin var ásettur at verða spældur klokkan 16.00, men FSF hevur nú flutt dystin ein tíma, so at hann byrjar klokkan 15.00. Hetta verður gjørt orsaka av, at tað er blivið myrkari í veðrinum og eingi ljós eru á Tórsvølli, har dysturin verður spældur.