Steypafinalan á Rás1

Finalan í kappingini um løgmanssteypið verður send beinleiðis á Rás1 hjá Televarpinum. Tað er felagið Content, sum stendur fyri framleiðsluni

Seinastu tvey árini hevur finalan um løgmanssteypið verið spæld á Tórsvølli.

 

Soleiðis verður eisini í ár, men í mun til tey bæði seinnu árini fer sjónvarpir hjá Kringvarpinum ikki at senda dystin beinleiðis. Ístaðin verður tað á Rás1 hjá Televarpinum, at dysturin verður sendur. Framleiðari av sendingini verður Content, sum Høgni í Jákupsstovur stendur fyri.

 

- Tá finalan varð send í Kringvarpinum í fyrraárið, rindaði FSF eitt gjald fyri hetta. Í fjør var finalan partur av pakkaloysnini, sum tryggjaði tilverugrundarlagið undir 3-2, sigur Virgar Hvidbroe, aðalskrivari hjá FSF.

 

- Vit gjørdu tó tíðliga av, at vit ikki framhaldandi komu at lata gjald av hesum slagnum til Kringvarpið. Tað hevur so havt við sær, at Kringvarpið ikki hevur hildið seg framat at senda beinleiðis sjónvarp frá finaluni í ár, og ístaðin hava vit tosað við Content við Høgna í Jákupsstovu.

 

- Høgni hevur verið partur av toyminum hjá portal.fo, sum hevur stroymað fleiri dystir í Effo-deildini í ár, men tað verður so á Rás1 hjá Televarpinum, at dysturin nú verður sendur. Hartil verður hann stroymaður á heimasíðuni hjá okkum, og møguleiki er sjálvandi eisini fyri, at aðrar síður kunnu stroyma finaluna. Men júst hetta seinasta er ikki nakað, sum vit ráða fyri. Tað verður ein avgerð hjá Content, sigur Virgar Hvidbroe.