Steypafinala: Vilhelm og Rógvi á RÚV 1 frá klokkan 16.30

RÚV 1, ið sæst á Televarpinum vísir steypafinaluna hjá monnum við upptakt frá klokkan 16.30

Vilhelm Poulsen skorar mál uppá samlibond fyri Fram í hesum døgum (Mynd: mbl.is)

Vilhelm Poulsen skorar mál uppá samlibond fyri Fram í hesum døgum (Mynd: mbl.is)

Fyri fyrstu ferð nakrantíð hava vit føroyingar í steypafinaluni í hondbólti hjá monnum í Íslandi.

 

Tað bleiv veruleiki ígjár tá føroyingaliðið í Reykjavík, Fram vann 28-25 á Stjørnuni í hálvfinaluni.

 

Vilhelm Poulsen er í stórformi fyri tíðina, og í kvøld bumbaði hann 12 bóltar í kassan. Sjey av hesum 12 málunum vóru brotskøst, ið Vilhelm setti trygt í netið. 

 

Rógvi Dal-Christiansen gjørdi sítt í verjupartinum, og hann skoraði eitt mál í hálvfinaluni.

 

Klokkan 17 seinnapartin í dag spæla Vilhelm og Rógvi sín higartil størsta dyst fyri Fram, tá Fram spælir steypafinalu móti Vali sum má roknast at vera favorittur til at vinna steypafinaluna. Valur vann 32-21 (13-11) á Afturelding í sínari steypafinalu.

 

Íslendska ríkiskringvarpið vísir dystin á RÚV 1, ið sæst á Televarpinum. RÚV 1 hevur upptakt frá klokkan 16.30.

 

In.fo og FM1 ynska Vilhelmi, Rógva og liðfeløgunum í Fram bestu eydnu í steypafinaluni. 

 

 

 

Vilhelm Poulsen skorar mál uppá samlibond fyri Fram í hesum døgum (Mynd: mbl.is)

Vilhelm Poulsen skorar mál uppá samlibond fyri Fram í hesum døgum (Mynd: mbl.is)