Fyrra hálvfinalan í steypakappingini hjá kvinum verður í kvøld millum Stjørnuna og VB. Dysturin byrjar kl 18.00.
Stjørnan og VB hava ikki verið eins sterk og tey hava verið okkurt annað árið, men av tí sama, so stendur helst eisini meiri á báðum liðnum tí hetta er møguliga einasti møguleiki fyri at fáa heiðursmerki um hálsin í hesum kappingarárinum.
Síðani 2004 hevur Stjørnan verið í øllum steypafinalunum. Tríggjar ferðir hevur verið móti júst VB. Í 2004 vann VB við einum málið, 20-19, og í 2007 vann Stjørnan 31-28. Liðini møttust eisini í finaluni í fjør Tá vann Stjørnan 27-23.
Søgan sigur tí, at tað helst verður Stjørnan, ið verður omaná, men tað er nógv, sum ikki hevur verið sum tað plagar í Stjørnuni í ár. Tær hava havt stórar trupulleikar í landskappingini, men seinasti dystirnir hava tó bent á, at pílurin peikar rættan veg.
Steypakapping Fyrra hálvfinala kvinnur:
Stjørnan VB Leygardagin klokkan 18.00 (Beinleiðis á Rás2)










