AC Horsens tapti í dag hálvfinaluna í donsku steypakappingini móti Sønderjyske. Hallur Hansson var við frá byrjan, tá eitt hálvt eykalið hjá Sønderjyske vann 2-1, eftir at AC Horsens var á odda 1-0.
Hvørki AC Horsens ella Sønderjyske eru vanliga í eini støðu at koma í steypafinaluna. AC Horsens stillaði upp í sterkasti uppstilling, meðan Sønderjyske valdi at spara nakrar spælarar, fyri at vera betri fyri í niðurflytingarstríðnum.
Eftir sigrar á FC Keypmannahavn, FC Midtjylland og Brøndby IF var AC Horsens ein lítil favorittur í dag. AC Horsens var eisini á odda, men fáar minuttir fyri tíð skoraði Sønderjyske avgerandi málið.
- Tað hevði verið ein fantastisk uppliving at verið við í eini finalu. Ikki minst tá hugsað verður um okkara støðu í Superliguni, so er tað eitt vónbrot. Hinvegin, so troysti eg meg við, at onnur lið hava verið í steypafinaluni, fyri síðani at flyta niður, tí tað kostar so nógvar kreftir, sigur Bo Henriksen, venjari hjá AC Horsens við Horsens Folkeblad.
Todi Jónsson, Brandur Hendriksson og Gilli Rólantsson eru millum føroysku steypavinnararnar í donskum fótbólti.