Stewart Downing til Liverpool

Liverpool heimasíðan boðar í kvøld frá, at felagið er komið ásamt við Aston Villa um eina upphædd fyri vongin, Stewart Downing. Upphæddin verður mett at liggja um 180 milliónir krónur.

 

Tað hendir eitt sindur av hvørjum í Liverpool í dag. Í morgun kunngjørdi felagið, at teir hava selt Paul Konchesky til Leicester City, sum spælir í næstbestu deildini í Onglandi. Fyrr í kvøld spældi Liverpool fyrsta dystin í nýggja kappingarárinum á sínum "Asian Tour". Liverpool vann dystin 4-3 við málum frá Christian Poulsen, Conor Coady, David N'gog og Andy Carroll. Eisini spældi Charlie Adam sín fyrsta dyst fyri Liverpool, eftir skiftið frá Blackpool.

 

Í kvøld boðar so heimasíðan hjá Liverpool frá, at Liverpool og Aston Villa eru komin ásamt um ein prís fyri 26-ára gamla Stewart Downing. Tað hevur leingi ljóðað, at Liverpool hava verið áhugaðir í at knýta enska landsliðsleikarin at felagnum. Nú skal hann so til eina læknakanning, umframt at samráðast um tey persónligu viðurskiftini við Liverpool, áðrenn hann kann kalla seg fyri Liverpool leikara.

 

Stewart Downing byrjaði sína yrkisleið í Middlesbrough í Norðuronglandi. Í 2009 keypti Aston Villa vongin fyri áleið 100 milliónir krónur. Hann hevur spælt 27 landsdystir fyri Ongland.

 

Men er áleið 180 milliónir ov nógv fyri Stewart Downing og er hann rætti maðurin fyri Liverpool?