Stevnuskráin klár

Róðrarsamband Føroya hevur gjørt av, hvussu stevnurnar skulu rógvast komandi ár

Kappróður

Sum vant verður byrjaði við norðoyastevnu og enda á ólavsøku. Í so máta er talan ikki um broytingar av nøkrum slag í róðrarárinum, men hartil eru so fimm aðrar FM-stevnur, sum allar hava skiftandi heimstað.
Í ár verður tað so Runavík, sum fær eystanstevnuna. Hvalvíkingar fáa sundalagsstevnuna. Jóansøkan verður í Vági. Fjarðarstevnan verður fyri fyrstu ferð í Vestmanna og endaliga verður vestanstevna í ár hildin í Sørvági. Tosað hevur áður verið um, at leggja eina stevnu millum vestanstevnu og ólavsøku, men hetta er so heldur ikki gjørt í ár. Einamest, tí róðrarsambandið hevur ynski um avlopstíð her, skuldi tað borið soleiðis á, at onkur róður má útsetast.
Samlaða skráin fyri árið er annars hendan:

5. juninorðoyastevna, Klaksvík
12. junieystanstevna, Runavík
19. junisundalagsstevna, Hvalík
26. junijóansøka, Vágur
3. julifjarðarstevna, Vestmanna
10. julivestanstevna, Sørvágur
28. juliólavsøka, Tórshavn