Stevnur í hópatali

Eitt sum fer at sermerkja býarlívið í Runavík restina av árinum eru tær mongu stevnurnar, sum í løtuni verða fyrireikaðar.

Í august mánaði verður ein altjóða havfiskikapping í Runavík. Dagin eftir at henda kappingin er liðug byrjar tann næsta, ein sonevndur Trucker-festivalur.
Oktober mánaður verður eisini merktur av stevnum og mentan. 22. oktober byrjar tann stóra mentanarvikan, sum verður hildin somu tíð sum stóra vinnustevnan Faroexpo verður í Runavík.
Gloymast má heldur ikki Eystanstevnan, sum verður hildin í Runavík í døgunum 16. til 18. juni.