Stevnumið um rúsdrekka og ítrótt

1. Ítróttasamband Føroya, ÍSF, arbeiðir ímóti rúsevnanýtlsu í sambandi við ítrótt.?
2. Børn og ung, sum íðka ítrótt, skulu trygt kunna koma til venjingar og kappingar í einum rúsfríum umhvørvi. Venjarar, leiðarar og ítróttafólk skulu vera ein góð fyrimynd fyri onnur børn og ung og eiga ikki at brúka rúsdrekka í hesum samstarvi.?
3. Allir limir felagsins skulu kunnast um tey skaðaárin, sum rúsdrekka og onnur rúsevni hava á ítróttaavrikini, trygdina og felagsandan innan ítróttina.?
4. Í størsta mun skal áskoðaramentanin vera trygg og familjuvinarlig. Í ítróttarfelagshølunum skulu galdandi lógir og reglur haldast.?
5. Ítróttin skal hava ein tálmandi hugburð í samstarvinum við feløg og virki, sum hava týðandi part av virkseminum knýtt at rúsdrekka. Allar deildir í sambandinum skulu fylgja landsins lógum um rúsdrekka. Lýsingar á leikvøllum, í hallum, felagshølum og á ítróttabúnum skulu fylgja somu reglum.?Tað er ikki loyvt ítróttafólki at nýta lýsingar frá virkjum ella feløgum, sum lýsa við rúsandi evnum, hóast hetta ikki er í stríð við galdandi lógir.?Sersambondini og deildarsambondini hava ábyrgd at kunna øll feløg um rúsevnapolitikkin.?
6. ÍSF skal í altjóða samstarvi eisini arbeiða við at fremja henda rúsevnapolitikk.

Samtykt av stjórn ÍSF 14. mai 1999.