Stevnuhýrurin er í toppi

Tað er Sundalagsstevna, men í løtuni man tað nógva av stevnufólkinum vera í Gundadali, har EB/Streymur spælir finalu um Løgmanssteypið ímóti B36.

Stevnulagið er gott. Eftir 20 minuttir er EB/Streymur frammanfyri 2-0. Seinna málið skoraði Hans Pauli Samuelsen úr stuttari fjarstøðu, eftir at fríspark varð sent í brotsteigin.

EB/Streymur hevur verið leikliga omaná burtursæð frá fyrstu lítlu løtuna, tá ið B36 royndi at leggja trýst á, og Potemkin eftir langa sending var um reppið at sleppa framat.

At talan er um stórar frustratiónir á B36 liðnum sást, tá ið Santos í 24. minutti sparkaði saftdunk langan veg og frá dómaranum, Peturi Reinert, sá gula kortið fyri ósømiligan atburð.