Stevnudagur í Runavík

Leygardagin frá klokkan 10-16, verður stevnudagur í Runavík, tá ið árliga Laksa- og sølutorgið og ymiskt undirhald verður í Runavík.

Har høvi verður hjá at fáa eina ókeypis smakkiroynd av alskyns laksi.

Eins og undanfarnu ár, er nógv spennandi, bæði til børn og vaksin. Á torginum verður ymiskt undirhald. Gardar, Kapteynur og Stampi fara at leita eftir goymdu skattakistuni við børnunum.

Listaframsýning verður í býráðssalinum og góður tónleikur verður, har Kristina og Kári Bærendsen, og Uni Debess, fara at spæla.

Eisini verður hugnaligur harmonikutónleikur við Jóannes S. Hansen.

Somuleiðis verður undanumfar av Skipalistakvissinum aftur á skránni í ár, har ætlanin er at finna tveir finalistar, ið sulu kappast í finaluni, sum verður á Sjómannadegnum í Klaksvík.

Eitt annað afturvendandi tiltak er brotssparkskappingin, sum NSÍ skipar fyri og í málinum verða Effo-málverjarnir Kristian Joensen og Pætur Høj, sigur kunningarstovan í Runavík