Mánadagin byrjaði eitt rættarmál, sum kann enda enda á amerikanska tubbaksídnaðinum.
Tað er amerikanski staturin, sum hevur stevnt teimum stóru altjóða tubbaksverksmiðjunum. Staturin vil vera við, at verksmiðjurnar hava nýtt villleiðandi upplýsingar tey seinastu 50 árini við at siga, at royking er ikki so vandamikil kortini. Kravið hjá statinum er, at tubbaksídnaðurin skal gjalda heilar 280 milliardir dollarar í endurgjaldi, og hetta er størsta endurgjaldskrav, sum nakrantíð er sett í USA.
John Aschroft, løgmálaráðharri, segði beint undan fyrsta rættarfundinum mánadagin, at málið hevur stóran týdning í royndunum hjá myndugleikunum at revsa fyritøkur, um villleiða síni viðskiftafólk. Amerikanskir eygleiðarar siga, at tubbaksverksmiðjurnar fara á húsagang, tapa tær rættarmálið.









