Í ár verður landsleiðarastevnan hildin 12. september á Hotel Føroyum.
Hetta er ein afturvendandi stevna, har leiðarar frá øllum dagstovnum og dagrøktum í Føroyum møtast. Í ár eru tað nakrir leiðarar úr Vágunum, Vestmanna og Kvívík sum skipa fyri stevnuna.
Evnið hesaferð er tikið úr kunngerðini nr. 32 frá 4. mai 2006, um virksemi o.a. á dagstovnum og dagrøkt. Serliga verður hugt at kapittul 3 grein 3 um námsfrøðilig mál. Hetta er eitt evni, sum hevur og verður nógv tosað um og sum summi eru farin til verka við. Skráin er løgd soleiðis til rættis, at evnið verður lýst á ymiskan hátt og siga fyrireikararnir í skrivi, at tey vóna at bæði tey og Føroya Pedagogfelag fáa nøkur amboð at arbeiða víðari við, óansað hvar tey eru í hesum arbeiði, tí hetta er bæði tíðarkrevjandi og kostnaðarmikið arbeiði.
Hans Pauli Strøm fer at seta stevnuna. Fyrilestrarhaldarnir vera Jesper Roos, leiðari og Gunrid á Plógv, varaleiðari, sum koma at tosa um, hvussu tey eru farin til verka, Daniela Cecchin frá BUPL í Danmark kemur at fortelja um hennara royndir úr Danmark, Óla Jákup Joensen, skúlastjóri kemur at tosa um, hvat hann vantar av børnum, sum koma av barnagarði í skúla og Rógvi Thomsen og Hans Mourits Foldbo koma at tosa um at gera sína egnu ætlan.