Hetta hevur fingið fólk at gita ymiskt og hvat, m.a. hava søgur gingið um, at tann 60 ára gamli sangarin hevur fingið krabbamein í hálsin, summi hava somuleiðis gitt um, at talan var um fuglakrím. Men hetta avváttar plátufelagið hjá Aerosmith nú, skrivar The Boston Herald. Blaðið hevur keldur, ið hava sætt sangaran til handils. Hann hevði onkran við sør, ið bilegði vørurnar fyri hann, soleiðis at hann slapp undan at tosa. Men ein sera hásur Steven Tyler segði sjálvur sølukonuni, at hon hevði vøkur eygu.