Steven Gerrard er aftur í Premier League

Premier League: Steven Gerrard er settur sum nýgggjur venjari hjá Aston Villa

Aston Villa hevur í dag kunngjørt, at felagið hevur sett Steven Gerrard sum nýggjan venjara, eftir at Dean Smith bleiv koyrdur fyrr í vikuni.

 

Steven Gerrard hevur verið venjari hjá skotska Rangers, men hevur nú tikið lopið til Premier League. Hann spældi bara við Liverpool í Premier League, og longu um ein mánað skal hann seta eitt lið, sum skal spæla móti Liverpool.

 

Aston Villa hevur keypt nýggja venjaran leysan úr Rangers fyri yvir tjúgu milliónir krónur.