Steven Gerrard bjargaði Liverpool

Tað var óuppiborið og býtt av Ludogorets, tá Liverpool vann hepnan sigur á Anfield

Champions League er aftur á Anfield, men tað var ikki nakað at reypa av. Ein verjuvilla í eykatíðini gav Liverpool ein gyltan møguleika at stjala øll stigini a heimavølli við brotssparki. Steven Gerrard tók – sum vanligt – av og sendi bóltin í málið.

 

Kjak: Hvør er tín favorittur at vinna Champions League?

 

Aðrastaðni vísti Borussia Dortmund, at teir ikki eru at spæla við í ár. Teir vunnu 2-0 á Arsenal. Real Madrid gjørdi eisini sum var væntað av teimum.

 

Bólkur A:

Svensku Malmo FF klárður leingi at halda stórfavorittunum úr Juventus frá málinum, men eitt korter inn í seinna hálvleik gekk ikki longri. Tá fekk Carlos Tevez hol á og so vann Juventus ein væntaðan sigur.

 

Í Grikkalandi, sum Føroyar skal spæla móti í november, kom Atletico Madrid í trupulleikar móti Olympiakos. Tá dysturin var ein tíma gamal vóru vertirnir á odda 2-0 móti finalistunum frá í fjør. Atletico Madrid minkaði um munin, men tað var ikki nokk, tá vertirnir aftur øktu eitt korter fyri tíð.

 

Bólkur B:

Liverpool kom heldur óvæntað í stórar trupulleikar av bulgariska Ludogorets Razgrad. Enska liðið megnaði ongantíð at fáa skjóta spælið at rigga og lítið bit var í álopinum. Eitt korter fyri tíð mundi gingið heilt gali, tá gestirnir raktu stongina. Tað sigur nógv um avrikið hjá Liverpool, at tað hevði ikki verið óuppiborið um gestirnir fingu eitt mál.

 

Les eisini: Champions League aftur á Anfield

 

Tíggju minuttir fyri tíð helt Liverpool, at teir sloppu við skrekkinum, tá Mario Balotelli fekk hol fyri Liverpool, men í seinasta minuttinum í vanligari leiktíð javnaðu gestirnir. Tíverri fyri gestirnar, so kloddaðu teir eina stigið vekk, tá verjusplari og málverju endaðu í trupulleikum og gjørdu brotsspark. Steven Gerrard takki fyri og skoraði.

 

Real Madrid vísti seg fá síni bestu síðu, tá teir tóku móti FC Basel. Aftaná 37 minutti var Madrid liðið á odda 4-0. So var bara at koyra sigurin heim.

 

Bólkur C:

Benfica kom í stórar trupulleikar á heimavølli móti russiska Zenit. Aftaná eitt korter vóru vertirnir aftanfyri 1-0 og málverjin var útvístur. Ikki óvæntað tók Zenit av møguleikanum og vann.

 

Monaco gjørdi eisini comeback í Champions League við sigri á Bayer Leverkusen. Hetjan hjá Monaco var portugisiski miðvallarin Joao Moutinho.

 

Bólkur D:

Arsenal fekk oyrini í maskinuna í Dortmund. Borussia Dortmund hevði fatur á at kalla øllum dystinum og skapti flestar møguleikar. Heimaliðið vann 2-0 og fekk bæði málini rundan um hávleikin.

 

Heldur óvæntað, so mundi turkiska Galatasaray tapt fyri Anderlecht á heimavølli. Tað var ikki fyrr enn í seinasta minuttinum, at Burak Yilmaz bjargaði vertunum eitt stig.

 

 

Champions League bólkaspælið:

Bólkur A:

Juventus – Malmo IF 2-0 (0-0)

1-0         Carlos Tevez, 59

2-0         Carlos Tevez, 90

 

Olympiakos – Atletico Madrid 3-2 (2-1)

1-0         Arthur Masuaku, 13

2-0         Ibrahim Afellay, 31

2-1         Mario Mandzukic, 38

3-1         Konstantinos Mitroglou, 74

3-2         Antoine Griezmann, 87

 

Bólkur B:

Liverpool - Ludogorets Razgrad 2-1 (0-0)

1-0         Mario Balotelli, 82

1-1         Dani Abalo, 90

2-1         Steven Gerrard, 90+2 br

 

Real Madrid – FC Basel 5-1 (4-1)

1-0         Marek Suchy, 14 sjálvm

2-0         Gareth Bale, 30

3-0         Cristiano Ronaldo, 31

4-0         James Rodriguez, 37

4-1         Derlis Gonzalez, 38

5-1         Karim Benzema, 79

 

Bólkur C:

Benfica – Zenit 0-2 (0-2)

0-1         Hulk, 5

0-2         Axel Witsel, 22

Útvísting: Artur(Benfica), 18

 

Monaco – Bayer Leverkusen 1-0 (0-0)

1-0 Joao Moutinho, 61

 

Bólkur D:

Borussia Dortmund – Arsenal 2-0 (1-0)

1-0         Ciro Immobile, 45

2-0         Pierre-Emerick Abuameyang, 48

 

Galatasaray – Anderlecht 1-1 (0-0)

0-1         Dennis Praet, 52

1-1         Burak Yilmaz, 90