Pólski miðilin, Meczyki skrivar, at gamla Liverpool-legendan, Steven Gerrard er upp á tal at taka við starvinum sum pólskur landsliðsvenjari.
Sambært Meczyki eru samráðingar í gongd millum pólska fótbóltssambandið og Steven Gerrard.
Póland spælir EM-undankappingardyst móti Føroyum á Tórsvølli 12. oktober, og við Steven Gerrard sum venjara og Robert Lewandowski fremst í áleypinum hevði áhugin verið stórur fyri dystinum.