Steve McLaren skal venja Newcastle

Newcastle ætlaði sær Steve McLaren í góðari tíð

Tað verður Steve McLaren, sum skal verða høvuðsvenjari hjá Premier League felagnum, Newcastle United. Newcastle skrivar á heimasíðu felagsins, at tey eru sera nøgd við at hava fingið fyrrverandi høvuðsvenjaran hjá Derby County til høvuðsvenjara.

 

Steve McLaren sjálvur er glaður fyri møguleikan: - Eg veit hvussu týdningarmikið fótbóltsliðið er í býnum Newcastle, og í økinum kring Newcastle. Fjeppararnir eru millum teir mest trúføstu í heiminum, og hóast allan mótburðin, so hava tey ongantíð givið upp. Eg kenni meg ógvuliga priviligeraðan at hava fingið hendan møguleikan, sigur Steve McLaren við heimasíðuna hjá Newcastle United. 

 

Í Newcastle staðfesta tey, at tey ætlaðu sær Steve McLaren, sum høvuðsvenjara tíðliga.

 

Steve McLaren hevur áður verið bæði høvuðsvenjari og hjálparvenjari hjá enska fótbóltslandslinum. Hann hevur verið høvuðsvenjari hjá Middlesbrough og Derby County, og hevur eisini verið hjálparvenjari hjá Manchester United.