Heimasíðan hjá nýuppflutta Premier League felagnum, Hull City skrivar á heimasíðu sínari, at Steve Bruce hevur havt óformellar samrøður við enska fótbóltssambandið, FA um enska landsliðsvenjarastarvið. Enn hevur Hull City tó ikki ein almennan fyrispurning frá FA um Steve Bruce.
Hull City skrivar á heimasíðu sínari: - Vit vóna, at FA skjótt kemur til eina niðurstøðu viðvíkjandi enska landsliðsvenjarasessinum, so vit sleppa undan spekulasjónum rundanum Steve Bruce.
Í farnu viku gjørdist tað eisini greitt, at høvuðsvenjarin hjá Sunderland, Sam Allardyce hevði verið í sambandi við FA, og sambært enska blaðnum "The Guardian" er Sam Allardyce favorittur til at taka yvir enska landsliðsvenjarastarvið. The Guardian, at Steve Bruce er annað valið hjá FA, um Sam Allardyce ikki tekur við starvinum.
Gamla Manchester United hetjan, Steve Bruce er vorðin ein royndur venjari. Hann vandi Birmingham City, árini 2001-2007. Hann vandi Wigan, árini 2007-2009. Í 2009 tók hann við venjarastarvinum í Sunderland. Har fekk sekkjin í november í 2011. Í 2012 bleiv Steve Bruce settur í starv, sum høvuðsvenjari hjá Hull City. Í 2014 eydnaðist tað Steve Bruce at vinna seg í FA Cup finaluna við Hull City. Arsenal vann finaluna 3-2, men eitt skiftið var Hull City á odda 2-0.
Sum spælari hjá Manchester United vann Steve Bruce Premier League tríggjar ferðir, FA Cup kappingina tríggjar ferðir, Liga Cup kappingina á einum sinni, og eisini var hann við til at vinna Europa Cup fyri steypavinnarar í 1991. Sum venjari hevur hann ikki vunnið nakað formelt heitið, men hann hevur vunnið bæði Birmingham City og Hull City úr Championship og upp í Premier League.