Sterkur Víkinga hópur

Í kvøld spælir Víkingur fyrra dystin í øðrum undanumfari av Euro League, har teir møta norska liðnum Tromsø IL.

Í kvøld spælir Víkingur fyrra dystin í øðrum undaumfari av Euro League, har teir møta norska liðnum Tromsø IL.

 

Tromsø IL spælir til dagliga í næstbestu norsku deildini, har teir liggja á øðrum plássi. Tað er merkisvert, at Tromsø IL spælir í næstbestu deildini í Noregi og eisini leikar við í Euro League. Orsøkin til hetta, er tí at Tromsø IL í fjør vann tann sokallaða ‘Fair play’ prísin í Noregi, ið gav eitt eyka pláss í Evropa.

 

Fullmannaður Víkinga hópur

Til dystin í kvøld er talan um eitt fullmannað Víkinga lið. Súni Olsen, ið hevur verið skaddur í eina tíð, er til dystin í kvøld, tøkur aftur.

Harafturat er miðvallarin Sølvi Vatnhamar nú við av álvara aftur, eftir at hann fyrr í ár hevur ferðast millum Føroyar og Danmark fyri at leika dystir.

 

Tí skuldu møguleikarnir hjá Víkingi verið góðir fyri einum góðum úrslitið í kvøld.

 

Dysturin millum Víking og Tromsø IL verður spældur á Svangaskarði í kvøld klokkan 19:00.