Sterkt øl á Tingborð

Um stutta tíð verður eitt uppskot lagt fyri Løgtingið, um at bryggja sterkt øl í Føroyum. Ymiskar meiningar eru í flokkunum, men Jóhan Dahl, landsstýrismaður við vinnumálum, er positivur

Í løtuni er uppskot til viðgerar hjá ymisku flokkunum um at loyva føroyskum bryggjarum at bryggja øl, ið er sterkari enn 5,8 prosent av alkoholi.

- Vit hava lagað uppskotið soleiðis, at tað er møguleiki at fáa tað ígjøgnum, sigur Jóhan Dahl, sum ongantíð hevur dult, at hann heldur tað vera løgið, at vinnan í Føroyum ikki kann gera løgir, ið kunnu innflytast til landið.


Til hoyringar

Uppskotið er í løtuni til hoyringar hjá ymisku flokkunum í samgonguni. Sum hevur ongin av hesum flokkum eina felagsstøðu, men Jóhan Dahl er bjartskygdur.

- Vit valdu vara at hava ølið við, tí hetta er tað, mann kann rokna við at fáa ígjøgnum við verandi samgongu, vit skulu síðani umrøða hetta á samgongufundi í komandi viku, og so taka vit tað harfrá, sigur Jóhan Dahl.


Ávirkar ikki nýtsluna

Jóhan Dahl er somuleiðis av tí fatan, at hetta uppskotið ikki fer at skaða fólkaheilsuna.

- Skulu vit fyribyrgja, so er tað við upplýsandi tilfarið og við atkomumøguleikunum, vit skulu gera nakað. Tað er ikki meiningin, at vit skulu gera atkomumøguleikan størri. Hetta er eitt reint vinnupolitiskt mál, sigur Jóhan Dahl, sum í uppskotinum eisini leggur upp til, at tað ikki er ætlanin, at føroysk bryggjarí skulu selja sterkt øl úr sínum egnu goymslum. Tað er Fólkaheilsuráðið, ið er komið við hesi tilráðing, sum merkir, at vanliga ølið eisini í framtíðini verður selt beinleiðis av bryggjaríunum, men sterka ølið skal seljast gjøgnum rúsdrekkasølu landsins.