- Tað er mótstríðandi og dupultmoralskt, at vit ikki hava loyvi til at bryggja sterkt øl og brennivín í Føroyum, samstundis sum tað er loyvt at innflyta so nógv rúsdrekka, sum vit hava brúk fyri.
Tað heldur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.
Tí fer hann nú at taka spurningin upp í samgonguni um at geva loyvi til at bryggja sterkt í Føroyum.
Ì Føroyum er ikki loyvt at bryggja øl og selja, sum er sterkari enn 5,8%, men tað er loyvt at innflyta rúsdrekka, sum í mesta lagi kann vera 60%.
Men nú hevur Tjóðveldi lagt uppskot fyri løgtingið um at tað eisini skal vera loyvt at bryggja sterkt øl og rúsdrekka í Føroyum og at tað eisini skal vera loyvt at selja tað sterkara ølið her á klettunum.
Opið sinni
Hesum tekur landsstýrismaðurin í vinnumálum undir við.
- Hetta er ein spurningur, sum vit eiga at viðgera við opnum sinni við tí fyri eyga at geva loyvi til at bryggja sterkt øl og brennivín í Føroyum.
Hann heldur, at hetta hevði verið ein áhugaverdur møguleiki hjá okkara vinnulívi, serliga hjá okkara útflutningsvinnu og vit eiga at kanna allar møguleikar, sum kunnu stimbra okkara vinnulívi, serliga útflutningsvinnuni.
- Sum lógin er nú, forðar tað bryggjarívinnuni í Føroyum at menna seg, tí tað er ólógligt at bryggja sterkari øl enn 5,8%, samstundis sum innflutningurin er ótarnaður og tað er mótstríðandi.
Hinvegin staðfestir hann, at hetta er ikki eitt mál, sum er viðgjørt í samgonguni og tí kann hann bara svara fyri seg sjálvan.
Hann ásannar, at uttan iva eru ógvuliga ymisk sjónarmið í samgonguni um rúsdrekkalógina, so hann dugir ikki at siga, hvat úrslitið verður.
Men hann ætlar so at taka tað upp til viðgerar í samgonguni við tí fyri eyga at fáa undirtøku fyri, at tað skal vera loyvi at bryggja sterkt øl og brennivín í Føroyum.
Men hinvegin heldur hann eisini, at tað hevur týdning vit brúka neyðugu orkuna til fyribyrgjandi tiltøk, sigur Johan Dahl.