Sterkt alternativ

   

Javnaðarflokkurin hevur havt landsfund i Hvalba og hevur i hesum sambandi gjørt landsfundarsamtykt. Við landsfundarsamtykt plaga flokkar at vísa á hvønn politikk, teir halda vera skilabest at reka undir givnum umstøðum. Javnaðarflokkurin er í andstøðu, og henda støða merkir sjálvandi fundarsamtyktina. Hóast hetta so er landsfundarsamtyktin áhugaverd á mangan hátt við tað, at hon vísir á øki í samfelagnum, sum treingja til ábøtur og hon setir fram áhugaverd alternativ til rikna politikkin.

Tey øki, ið Javnaðarflokkurin tekur fram á landsfundinum eru: familjupolitikkur, bústaðartørvur, eftirlønarstøðan, heilsumálini og útbúgvingarpolitikkurin fyri at nevna nøkur. Hetta eru alt sera aktuel og átrokandi mál. Tað, sum víst verður á, er, at samgongan onga ítøkiliga loysn hevur á hesum nevndu málum, ella at samgongan vegna innanhýsis ósemjur ikki megnar at loysa hesi átrokandi mál. Hetta er tíverri alt ov satt, og so er spurningurin, hvørt alternativ javnaðarflokksins eru orðað soleiðis, at flokkurin kemur á tal við samgonguna um hesi mál.

Hvørji eru so boð Javnaðarflokksins uppá ein annan politikk. Í sambandi við familjupolitikkin verður víst á, at tørvur er á betri barnsburðarskipan, soleiðis, at barnið kann vera heima eitt ár, um ynski er um hetta. Hesi mál má eitt nú Miðflokkurin uttan nakað kunna góðtaka. Hvat bústaðartørvinum viðvíkur, so verður víst á, at tað almenna eigur at ganga undan til tess at útvega fígging til hóskandi bústaðir til ung sum eldri. Eisini verður víst á røktartørvin, og hetta kann ongantíð gerast nóg ofta.

Tann stóri spurningurin er eftirlønin og hvussu hon skal fíggjast í framtíðini. Her hevur Javnaðarflokkurin eitt sera áhugavert boð: eina trístreingjaða fígging nevniliga fólkapensión, samhaldsfasta og fakfelagseftirlønir. Tað er eingin loyna, at teir ráðandi flokkarnir standa ráðaleysir í eftirlønarspurninginum. Tað er heldur ikki væntandi, at samgongan fær hetta mál í hús fyri valið um 2 ár, so her hvur Javnaðarflokkurin eitt sera gott mál, sum hann má arbeiða hart við frá nú av og til valið. Somikið í hesum umfari. Her eru onnur mál í samtyktini, sum hava stóran almennan áhuga og fara vit at venda aftir til hesi mál, samstundis sum vit kunnu staðfesta, at Javnaðarflokkurin nú hevur eitt ítøkiligt og sera viðkomandi alternativ til politikkin hjá sitandi samgongu. Tað kann tó undra, at sjálvstýrismálið ikki verður tikið uppá tungu í landsfundarsamtyktini.