Í morgin verður Toyota Cup, sum ein sterkmans kapping, sum minnir um Battle of the North, ið vit hava sæð fyrr í Føroysum. Millum luttakararnar er Zydrunas Savickas, sum fýra ferðir er kosin til heimsins sterkasta mann.
Les eisini:(Ljóðsamrøða) Bogi Hammer greiðir frá kappingini
Hinir luttakarnir eru Eddie Hall, Laurence Shahlaei, Ole Martin Hansen, Nicolai Hansen, Bjarni Nielsen og Bogi Hammer. Luttakarnir eru nú komnir til landið.
Toyota Cup verður í morgin í høllini á Hálsi klokkan 16.