Regin Vágadal er tann nýggi sterki maðurin á Strandferðsluni, sum í næstum setir kós í ein sunnan og skal etablera seg av nýggjum í Suðuroy.
Meðan onnur starvsfólk rýmdu av Strandferðsluni, tá ið politisk avgerð var tikin um, at stovnurin skuldi flyta úr Havn til Suðuroyar, var Regin Vágadal ein av teimum, sum tók við nýggju avbjóðingini.
Tá ið stjórastarvið varð lýst leyst, søkti táverandi rakstrarleiðarin á Strandferðsluni starvið, og hann fekk tað.
- Geografiskt liggur Strandferðslan helst best í Havn, men nú er politisk avgerð tikin um, at Strandferðslan skal flyta til Suðuroyar, og eg ivist ikki í, at vit fara at fáa fyritøkuna at virka væl í Suðuroy. Eg kendi umstøðurnar, áðrenn eg søkti starvið, og eg haldi, at tað er ein spennandi avbjóðing av byggja stovnin upp á nýggjum staði, sigur 37 ára gamli Regin Vágadal.
Sjálvur fer hann at flyta við stovninum til Suðuroyar, men tað venda vit aftur til seinni.
Viðfødd styrki
Regin Vágadal gjørdist landskendur í 90’unum, tá ið hann vann seg fram millum sterkastu menn í heiminum. Risin úr Føroyum kundi veruliga taka dystin upp við sterkar menn úti í heimi, og føroyingar vóru stoltir av avrikunum hjá Regini.
- Eg havi altíð havt ein vissan áhuga fyri styrki. Abbi mín var tiltikin sterkur, og tá ið eg fór undir styrkisvenjing, fann eg út av, at eg kundi eisini verða við. Tú kanst venja teg góðan til eitt vist, men tú skalt eisini hava viðfødd evni, um tú skalt blíva ordliga góður til nakað.
- Fyrstu tíðina royndi eg at fáa føroysku metini og kláraði at fáa fleiri av teimum í mínum vektflokki. Tað var í 1996, at eg fyrstu ferð fór við til eina kapping fyri sterkar menn. Kappingin var í Skotlandi, og eg fór sum púra óskrivað blað við til kappingina. Eg kláraði meg so væl, at eg varð boðin við til kappingina um at gerast heimsins sterkasti maður seinni sama ár, greiðir Regin frá.
Kappingin um at gerast heimsins sterkasti maður í 1996 var hildin á Mauritius, og har stóð Regin seg væl.
- Eg vann innleiðandi bólkin hjá mær, og tað kom óvart á nógv fólk. Tíverri fekk eg ein skaða í finaluni, so at eg ikki fekk ordiliga verið við til avgerandi kappingarnar.
Tvey ár seinni endaði Regin sum tann sætti í røðini av sterkastu monnunum í heiminum, og tá ið hann sjálvur, saman við øðrum, skipaði fyri kappingini Atlantic Giant í Føroyum, vann hann tvær av hesum kappingum – og einu ferðina var tað millum annað ímóti heimsins sterkasta manni.
Trupult uttan stuðul
Regin Vágadal gjørdist nógv við at kappast um styrki í seks ár, men tá ið hann var komin inn í 2002, var hugurin til at venja nógv og kappast minkaður so nógv, at hann valdi at gevast.
- Tað kravdi sera nógva tíð at halda seg í góðum formi, og eg kundi ikki hava nakað fulltíðarstarv við síðuna av hesum. Eg mátti tí hava góðar stuðlar, og tað hevði eg eisini fyrstu árini. Men tað gjørdist truplari at fáa nóg mikið at stuðli, og tað ávirkaði hugin hjá mær.
- Tá ið motivatiónin er farin, so nyttar einki at halda fram, og eg var komin hartil, at eg var ikki líka svangur eftir at kappast, sum eg hevði verið, og eg var eitt sindur ørkymlaður av, at eg ikki kundi fáa neyðuga stuðulin til at venja og kappast, sigur Regin Vágadal.
Hóast tað eru fleiri ár liðin, síðani Regin gavst at kappast við hinar sterku menninar í heiminum, hava teir ikki gloymt hann heilt enn.
- Eg má siga, at eg fylgi ikki líka væl við í teirra kappingum longur, men eg havi framvegis samband við fleiri av teimum. Tað var ein sera góð tíð, og eg fekk nógv góð upplivilsi burturúr. Tað var stuttligt at sleppa til onnur lond at kappast, uppliva aðra mentan og hitta nógv ymisk fólk. Eg fekk eisini handilsligar royndir av kappingunum, sum eg skipaði fyri, og tær royndirnar kann eg framvegis brúka til nakað.
Framvegis tann sterki maðurin
Regin Vágadal hevur ikki vant miðvíst seinnu árini, men hann heldur seg framvegis í gongd.
- Eg venji eitt sindur, men nú er tað mest fyri at sleppa av við nøkur kilo, sigur hann.
Og hann vigar munandi minni, enn hann gjørdi, tá ið hann varð upp á tað størsta sum ein av heimsins sterkastu monnum. Tá kundi tað koma fyri, at fólk, sum vóru farin í SMS at fáa sær ein bita, sóu Regin koma við tveimum rokaðum tallerkum av mati.
- Eg skuldi hava eina vissa tyngd fyri at kunna kappast við hinar sterku menninar, so eg mátti eta fyri at viga nógv. Vónandi verður tað ikki neyðugt í hesum nýggja starvinum hjá mær.
Hóast tað eru liðin fleiri ár, síðani Regin gavst at kappast, so minnast fólk framvegis hansara avrik.
- Eg sleppi ikki undan, at eg var tann sterki maðurin, og tað kemur helst at forfylgja mær í nógv ár afturat. Tað er ein eingin trupulleiki hjá mær, og bakgrundin sum tann sterki maðurin er ofta ein góður og positivur innfallsvinkul til til dømis fundir ella samrøður við fólk, sigur hann.
Á brúnni á SL
Í februar mánaði í 2002 fór Regin Vágadal í starv á Strandferðsluni. Fyrsta uppgávan hjá honum var at samskipa dagligu ferðsluna hjá stovninum. Árið eftir gjørdist hann rakstrarleiðari, og tað hevur hann verið til nú, hann er blivin stjóri á Strandferðsluni.
- Lívið er fult av tilvild, og tað var rættiliga tilvildarligt, at eg av fyrstan tíð kom á Strandferðsluna at arbeiða. Mær hevur tó dámt sera væl her, og tí havi eg verði her síðani. Hetta hevur verið ein spennandi og lærurík tíð, og tað er ein stór avbjóðing at verða stjóri á Strandferðsluni – ikki minst tú stovnurin skal flyta.
- Á Strandferðsluni hevur tú samband við sera nógv fólk og fyritøkur, og sum stjóri mást tú duga at umstilla teg til ymiskar samtalur við ymisk fólk. Eg er eitt kappingarmenniskja, og mær dámar væl stórar og spennandi uppgávur, so hetta passar mær sera væl, sigur Regin Vágadal.
Hann er sostatt ein av teimum, sum heldur fram at arbeiða á Strandferðsluni, hóast stovnurin við ársskiftið flytir til Suðuroyar.
- Umleið ein triðingur av starvsfólkunum eru farin, og onnur eru komin í staðin. Vit hava tíverri mist nógv góð fólk, men tíbetur hava vit eisini fingið nógv góð fólk í teirra stað.
Flytir sjálvur til Suðuroyar
Regin Vágadal ætlar sær ikki at pendla úr Havn til arbeiðis á Strandferðsluni í Suðuroy. Hóast Smyril er ein góð ferja, og siglingartíðin nú bert er slakar tveir tímar, so rykkir Regin teltpelarnar upp í Havn og fer til Suðuroyar at búgva.
- Íbúðin hjá mær stendur til sølu, og um eg fái nóg mikið fyri hana, selji eg hana. Í øllum førum flyti eg til Suðuroyar at búgva, sigur hann.
- Eg havi ikki familju sjálvur, og tí er tað lættari hjá mær at flyta soleiðis. Eg havi fyrst og fremst meg sjálvan at hugsa um, og hóast eg ongantíð havi ímyndað mær, at eg skuldi fara til Suðuroyar at búgva, so eri eg spentur til tað. Eg eri nokk so líkatil, og eg trívist vanliga, har eg eri.
- Eg kenni onkur fólk í Suðuroy, og mær dámar væl suðuroyingar. Fyrstu ferðinar, tú kemur í samband við onkran illan suðuroying, kanst tú blíva eitt sindur kløkkur, tí teir kunnu verða eitt sindur ógvusligir. Men teir meina einki ilt við tað, og eg haldi faktiskt, at teir eru herligir og ótrúliga skemtingarsamir. Suðuroyingar eru, eftir mínum tykki, ikki tað fólkaslagið sum liggur inni við tingum – teir siga tað sum teir hava uppá hjarta, og tað er gott, sigur Regin Vágadal.
Demokratisk leiðsla
Regin Vágadal er ikki tann harði og sterki leiðarin, sum tekur allar avgerðir sjálvir. Hann vil heldur útdelegera, og legggur dent á, at fólk fáa ábyrgd og heimildir sum samsvara. Stalin segði, “álit er gott, men kontroll er betur”, eg sjálvur haldi at kontroll er gott, men álit er betri.
- Tann gamli leiðsluhátturin var kæft-trit-og-retning, men tað eru nógv ár síðani, at hann fór í søguni. Nú snýr tað seg um at arbeiða saman við starvsfólkunum, hava eina demokratiska leiðslu og útdelegera uppgávur. Tað passar mær sera væl, sigur Regin Vágadal.
- Tað kann sjálvandi verða neyðugt hjá einum stjóra at taka avgerðir sjálvur og geva harraboð, men tað geri eg ikki uttan, at tað er neyðugt.
Starvið sum stjóri á Strandferðsluni kann verða útsett, og bæði vanlig fólk og politikarar hava sínar meiningar um Strandferðsluna, men hetta nervar ikki nýggja stjóran.
- Hetta er ein partur av stjórastarvinum á Strandferðsluni, men og tað taki eg sum tað kemur rørir meg ikki. Eg toli eitt sindur av hvørjum, og tað er ikki alt, sum eg tími at svara til, sigur Regin Vágadal.
Fakta
Navn: Regin Vágadal
Aldur: 37 ár
Bústaður: Tórshavn
Hjúnarstøða: Stakur
Útbúgving: Skipsførari/merkonom
Starv: Stjóri á Strandfaraskipum Landsins
Regin um politikk
Í mínum starvi skal man ansa sær við at úttala seg um politikk. Eg havi ongantíð havt stórvegis áhuga fyri politikki sum so - tað hava so nógv onnur, og tað lati eg tey um. Sum stjóri á Strandferðsluni má eg vera meir tilvitaður um ikki at hava politiskar meiningar alment.
Regin um tónleik
Mær dámar væl tónleik, og eg lurti nógv eftir tónleiki. Tað skal bara ikki verða harður rockur. Eg havi spælt nógv harmonikku. Fyrstu ferð, eg spældi alment, var til 50 ára føðingardagin hjá mammu míni, og eg havi eisini spælt í øðrum samanhangi. Seinnu árini havi eg spælt millum lítið og einki.
Regin um fartelefonir
Fartelefonin er eitt fínt amboð, men hon kann eisini verða stressandi. Eg royni at leggja telefonina frá mær onkuntíð, men tað er ikki so lætt at gera í einum stjórastarvi. Fartelefonin er eisini góð at brúka til kalendara, men eg havi valt ikki at taka ímóti teldupostum á fartelefonini – man skal duga at siga “her til og ikki longur”
Regin um fótbólt
Eg eri HB’ari. Men eg má helst venja meg við eisini at halda við Suðuroyarliðunum, nú eg fari suður har at búgva. Eg havi spælt eitt sindur fótbólt – sum málmaður – og mær dámar framvegis væl at spæla innandurafótbólt.
Regin um veðrið
Ringt veður kann ávirka arbeiðsdagin hjá okkum á Strandferðsluni, men eg verði ikki harðast raktur, tí onnur góð fólk taka sær av broytingum og avlýsingum. Tað er deiligt at hava gott veður, men arbeiðsdagurin kann verða eitt sindur strævnari í góðum summarveðri. Áhugin at arbeiða er ofta størri um veturin.
Regin um modellflúgvarar
Í fjør keypti eg, saman við beiggja mínum, ein modellflúgvara, og tað hevur verið eitt hobby hjá mær síðani. Mær dámar væl at fara út við flúgvaranum, tí tað er avstressandi. Nú eg flyti til Suðuroyar, má eg finna mær onkra nýggja alliansu har suðuri, men eg veit ikki, um nakar flýgur við modellflúgvara í Suðuroy.