Sterkasta verjan skal halda

Tað verður ikki bara sum at siga tað, um Argentina, Holland og Fílabeinsstrondin vilja gera av við Serbia & Montenegro. Í undankappingini vóru mennninir hjá Ilija Petkovic nevnliga framúr sterkir í verjuni. Hóast mótstøðan taldi lond sum Spania, Bosnia og Belgia, so fór bert eittans mál ígjøgnum hjá Serbia & Montenegro. Hetta var í Madrid, har Spania fekk slitið seg til ein 1-1 javnleik. So lættir at vinna á, verða teir undir ongum umstøðum.