Sterkasta manning togar seg til Íslands

Tá skipsmanningar fara at togtogast á stóra palli í Klaksvík leygardagin, verður høvi at vinna upp til 12 ferðaseðlar við Norrønu til Íslands

TOGTOGAN

Fyri at gera kappingarnar á Føroya Sjómannadegi enn meiri attraktivar, verða í ár góðir vinningar latnir teimum sum vinna. Allir vinningarnir eru gávur, sum fyritøkur og stovnar hava latið ókeypis til endamálið.
Ein orsøk til, at vælvildin er so stór, er ivaleyst, at hesin dagur er ókeypis – og alkoholfríur, um vit so kunnu siga. Foreldrum nýtist ikki at ganga og renna við mappuni í hondini og geva børnunum pening, um tey hava hug at síggja ella royna okkurt. Allar kappingar, tiltøk og framsýningar eru ókeypis.
Sjómannadagurin er soleiðis ein rættiligur familjudagur.
Vinningarnir í ymisku kappingunum eru eisini ymiskar, men talan er um góðar vinningar.

Stórur áhugi
Togtogan millum skipsmanningar er ein av vælumtóktu liðkappingunum á sjómannadegnum. Hendan verður á stóra palli leygardagin klokkan 14.30.
Í ár letur Smyril Line ferðaseðlar til eina heila skipsmanning – ella upp til 12 ferðandi - sum ókeypis sleppa við Norrønu til Íslands og heimaftur.
Togtogan hevur stóran áhuga millum áskoðarar, og nógv fólk plaga at fylgja gongdini, tá kappast verður um, hvør bátur ella hvat skip hevur sterkastu manning.
Átta mans skulu verða á hvørjum enda í kappingini.

Tríggjar ferðir Ågot
Ymiskar skipsmanningar hava undanfarin ár vunnið kappingarnar í togtogan, men ein manning, sum tríggjar ferðir er farin avstað við sigrinum hesi árini, er manningin á línuskipinum Ågot.
Sum skilst, er væntandi, at manningin á línuskipinum Jákupi B eisini verður tung at syfta – og lítil ivi er um, at aðrar manningar so sanniliga eisini fara at leggja seg tungt á togendan, nú so nógvir ókeypis ferðaseðlar eru at vinna.