Sterkasta mótstøðan bíðar í kvøld

HM-undankappingin hjá U21-landsliðnum í hondbólti byrjar í kvøld

Tað er í kvøld, at HM-undankappingin hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti fer av bakkastokki. Talan er um eitt landslið við leikarum, sum hava spælt saman í nógv ár í fleiri ymsum kappingum. Tað er tó ikki fyrr enn nú, at árgangirnir við hesum leikarum, ið eru føddir frá 1996-1999 sleppa at umboða landsliðið á heimavølli.

 

Mótstøðuliðini hjá Føroyum eru Sveis, Ísrael og Finnland. Kvøldsins mótstøðulið hjá føroyingum er Sveis, ið verður mett at hava sterkasta liðið í undankappingini. Hetta er eitt lið við stórum og tungum leikarum.

 

- Sveisarar hava eitt sterkt landslið. Teir gjørdu fyri nøkrum árum síðani eitt úrval av stórum spælarum á ungum aldri, og hesir leikarar hava síðani spælt saman. Teirra leikarar eru úttiknir upp á hædd og tyngd. Høvdu vit spælt fleiri dystir ímóti Sveis, so høvdu sveisarar helst vunnið nógv teir flestu. Men vit hava heimavøll og trúgva upp á, at vit kunnu kløkka teir. Á einum góðum degi við nógvum áskoðarum í rygginum ber tað til, sigur Kári Nielsen, høvuðsvenjari hjá U21-landsliðnum.

 

Sveis er eitt kent mótstøðulið fyri U21-landsliðið, tí at seint sum í apríl í fjør, tá ið U21-landsliðið luttók í EM-kapping, vóru Føroyar í bólki við Sveis. Tá vunnu sveisar heili 23-12 ímóti føroyingum, og tískil er ongin ivi um, at Sveis er stórfavorittur til kvøldsins dyst. Nú eru leiklutirnir tó býttir um, tí nú eru tað føroyingar, ið eiga heimavøllin.

 

Spælt verður um eitt einstakt pláss til HM í Algeria, sum verður spælt í summar. Sveis er greiður favorittur at vinna hetta plássið.

 

Fyrsti dysturin í HM-undankappingini, sum verður spæld í høllini á Hálsi, er tó ímillum hini liðini í bólkinum, Ísrael og Finnland. Tann dysturin byrjar klokkan 18, meðan dysturin ímillum Føroyar og Sveis byrjar klokkan 20.

 

In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum hjá Føroyum, og eisini verður hann varpaður út á Rás2. Tilber somuleiðis at lurta eftir Rás2 á netinum á midlar.fo.

 

Føroyski hópurin sæst niðanfyri:

 

Málmenn:

 

Niklas Simonsen, Skjern Håndbold, 20 ár

 

Hørður Trygvason, SG Flensburg-Handewitt, 17 ár

 

Útileikarar:

 

Rói Berg Hansen, Neistin, 20 ár

 

Torkil Hentze, Neistin, 19 ár

 

Teis Horn Rasmussen, Neistin, 20 ár

 

Pætur Mikkjalsson, Neistin, 19 ár

 

Helgi Hildarson Hoydal, H71, 20 ár

 

Hilmar Leon Jakobsen, H71, 19 ár

 

Jónas Gunnarson Djurhuus, H71, 20 ár

 

Pætur Thomsen, H71, 20 ár

 

Brandur Halgirsson, SG Flensburg-Handewitt, 17 ár

 

Fríði Weyhe, KÍF, 20 ár

 

Pætur Johansen, StÍF, 20 ár

 

Kjartan Johansen, Team Sydhavsøerne, 20 ár

 

Áki Egilsnes, VÍF, 20 ár

 

Sjúrður Olsen, VÍF, 19 ár