Sterkasta kvinnan í fótbólti

Marina Granovskaia er í løtuni sterkasta kvinnan í fótbóltsheiminum.

Marina Granovskaia er í løtuni sterkasta kvinnan í fótbóltsheiminum.

 

Tað er greitt, eftir at Ron Gourlay er farin úr Chelsea eftir 10 ár í felagnum.

 

Hann gjørdist ovasti stjóri í 2009, tá Peter Kenyon legði frá sær.

 

Formaðurin í felagnum, Bruce Buck, og stjórin, Marina Granovskaia, skulu taka sær av uppgávunum hjá Ron Gourlay fyribils, inntil nýtt fólk verður sett.

 

Síðani Roman Abramovich yvirtók Chelsea í 2003, hava bert Trevor Birch, Peter Kenyon og Ron Gourlay sitið í starvinum sum ovasti stjóri í felagnum.

 

Ron Gourlay er farin í starv sum ráðgevi í Atletico Madrid í vikuni.