Sterkasta kvinna í Danmark á Ársins Leiðaradegi

Ein av høvuðsrøðarunum á Ársins Leiðaradegi, ið verður á Hotel Føroyum 23. januar, er Stine Bosse. Hon fer at tosa um, hvussu hon ætlar at stýra einum trygdarveitara ígjøgnum fíggjarkreppuna. Stine Bosse er nummar 40 av heimsins 50 máttmiklastu kvinnum

Stine Bosse er forstjóri í Tryg og koncernstjóri fyri TrygVesta, ið er næststørsti útbjóðari av tryggingum í Norðanlondum. Hon hevur ábyrgd fyri 4500 starvsfólkum í fimm londum, skriva fyrireikararnir, Synergi, í tíðindaskrivi.

Stine Bosse telist millum heimsins mest máttmiklu konufólk í vinnulívinum. Tað meinar í øllum førum vinnublaðið Fortune Magazine, sum í september 2008 almannakunngjørdi sín árliga lista yvir 50 mest máttmiklu vinnulívskonufólk í heiminum. Stine Bosse var sett á 40. pláss, og tað er fyrstu ferð, at danski konsernleiðarin er á listanum, har ovasti leiðarin hjá PepsiCo, indiska Indira Nooyi er nummar eitt. Eingin annar dani er millum 50 mest máttmiklu kvinnur.

At vera á listanum hjá Fortune er ikki einasti heiðurin, sum Stine Bosse hevur fingið her í heyst. Í august 2008 varð hon Riddari av Dannebrog og fyri lítlum mánaði síðani fekk hon háttmetta prísin hjá Lloyd?s fyri sjónliga leiðslu.

Stine Bosse hevur arbeitt hjá Tryg, síðani hon gjørdist løgfrøðingur fyri 20 árum síðani. Hon hevur eitt nú verið deildarleiðari, starvsfólkaleiðari og starvsfólkastjóri.

Tað er felagið Synergi, ið skipar fyri Ársins Leiðaradegi. Tað ber til at lesa meiri um dagin og at tekna seg á heimasíðuni hjá Synergi - og taå kann gerast við at

TRÝSTA HER