Sterkar myndir úr Liberia í SMS

Bárður Lydersen og ABC Barnahjálp sýna fram myndir og montasjur úr Liberia

Hesa vikuna hevur ABC Barnahjálp havt eina serliga framsýning á torginum í SMS, har m.a. sýnd verður fram ein blikksmátta, sum er identisk við tær blikksmátturnar, sum fólk búleikast í í tí vesturafrikanska landinum, Liberia.

 

Reportasjufotografurin, Bárður Lydersen hevur tikið nógvar góðar og sigandi myndir, sum geva eina sterka mynd av armóðini í Liberia. Bárður Lydersen hevur eisini gjørt fotomontasjur á rustnar blikkplátur.

 

Fitt av fólki hava vitja framsýningina, sum eisini er opin í dag. Klokkan 17 verður eitt tiltak á torginum, har Beinir Rasmussen og Rakul Ró Rasmussen fara at syngja, og David Lukama, sum er ein afrikani, ið er vaksin upp í trongum korum fer at greiða frá.

 

Undir myndini ber til at hoyra eina longri samrøðu við Bárð Lydersen um fotomyndirnar, fotomontasjurnar og um hjálpararbeiði hjá ABC Barnahjálp í Liberia. Samrøðan er rættiliga long, og tí er týdningarmikið, at tann bláa strikan verður lisin inn fyrst, áðrenn byrjað verður at lurta.