Sterkan lista og góð økisfeløg

Kristina Háfoss er fegin um framgongdina, sum Tjóðveldi hevur havt higartil í kvøld.

- Vit hava framgongd á nógvum økjum, so vit eru sera spent um úrslitið úr stóru valstøðunum, sigur Kristina Háfoss, sum eisini gleðist um, at øll andstøðan sær út til at fáa eina góða framgongd.

 

Veljarakanningarnar undan valinum hava ikki verið góðar móti Tjóðveldinum, men Kristina Háfoss sigur, at hetta prógvar bara gamla orðatakið um, at valkanningar ikki eru val. 

- Veljarakanningar sveiggja nógv og vit hava sæð fyrr, at veljarakanningarnar undirmeta úrslitið hjá Tjóðveldinum. Undan fólkatingsvalinum góvu veljarakanningarnar okkum 18 prosent, men vit fingu 24 prosent, so vit fáa at síggja. Fyribils hava vit eina framgongd upp á 3 prosent í kvøld, so hetta lovar gott enn, sigur Kristina Háfoss.

 

- Vit hava ein sterkan lista og góð økisfeløg, sum megna at fáa boðskapin út um landið, og tað eru vit sera fegin um, sigur Kristina Háfoss.