Ítróttarliga varð høvuðsfyriskiparin av sterka mans landsdystinum, Bogi Hammer ikki ónøgdur við landsdystin hjá honum og Bjarna Nielsen ímóti Nicolaj Hansen og Mikkel Leicht úr Danmark. Hetta hóast danir vunnu 5-0.
Tað manglaðu bert fá sekund í, at Bogi og Bjarni vunnu tvær ella tríggjar kappingar, so landsdysturin var javnari, enn 5-0 úrslitið sigur frá.
Konseptið við sterka mans landsdystum er komið fyri at verða. Tað staðfesti Bogi Hammer, tá sendingin "3. hálvleikur" prátaði við hann á Rás2 í gjárakvøldi.
Undir myndini ber til at hoyra eina ljóðsamrøðu við Boga Hammer.










