Sterk uppstilling?

Oddagreinin í Sosialinum leygardagin tann 2. februar 2002 leggur alstóran dent á, at vit mugu hava eina sterka uppstilling til komandi løgtingsval, men hvat inniber tað, hevur tað ikki eisini nakað við trúvirði til ein flokk og tann politik hann stendur fyri at gera?

Vit hava nú í 4 ár havt ein vælvirkandi tingbólk, ið hevur megnað at lyft andstøðuarbeiðið upp á eitt sakligt og seriøst støði. Fólk kring landið hava bitið merkið í, at Javnaðarflokkurin á tingið hevur gjørt eitt stórt og dygdargott arbeiði í andstøðu. Hetta skuldi verið eitt gott útgangsstøði til eitt komandi løgtingsval.
Seinasta gongdin í flokkinum, har framstandandi fólk úr øðrum flokkum fáa áheitan um at stilla upp fyri flokkin, kennist ørkymlandi fyri nógvar limir í flokkinum. Øll hava rætt at broyta meining, men at nýggjasti limurin í flokkinum skal standa sum fremsti verji av samhaldsføstu hugsjónini, er nýtt fyri mongum. Vit hava ikki sæð eitt einasta røktarheimspláss hesi 4 árini, men vit hava hoyrt nógv tos um fullveldi. Vit hava heldur ikki hoyrt, at samhaldsfesti var ein partur av tí tvungnu eftirlønini, ið henda samgonga, við okkara nýggja floksfelaga á odda, hevur arbeitt við nú í 4 ár, heldur tvørturímóti.
Tí mugu fólk síggja broytingar í verki yvir longri tíð, innan tey góðtaka, at fólk bara koma frá degi til dags á ovastu rók í flokkinum. Tað órógv og ivan um okkara trúvirði, ið hetta skapar, er ikki nakað, ið vit hava brúk fyri, nú vit skulu inn í eitt løgtingsval.