Fríggjadagin 16. september fer danski listamaðurin Claus Carstensen at sýna fram málningar í Norðurlandahúsinum og prentmyndir í Steinprenti undir felags heitinum Klaksvikaffærer.
- Vit kunnu lova áskoðaranum eina sterka, og í føroyskum høpi, heilt óvanliga listaframsýning, sigur Kinna Poulsen, kurator í tíðindaskrivi.
Hóast bæði listamaðurin og framsýningarheitið eru av donskum uppruna, er sjálv framsýningin og hennara hugskotsgrundarlag føroysk.
Í Steinprenti, verða meginparturin av teimum 59 verkunum at síggja, sum Claus Carstensen hevur gjørt á verkstaðnum hesi seinastu árini, saman við prentarunum Jan Andersson og Fríðu Matras Brekku.
Í Norðurlandahúsinum verða 22 stórir málningar at síggja, summir teirra eru nýggir og aðrir, hava nøkur ár á baki.
Hóast framsýningin sum so ikki er ein lýsing av Klaksvíksstríðnum í myndum, er søguliga hendingin brúkt sum eitt slag av savnandi metafori við myndum, ið evnisliga snúgva seg um m.a. territorialar kenslur, makt, staðfesting av makt, máttloysi, samanhald og radikalisering.
Í sambandi við framsýningina hava tey gjørt er eitt prýðiligt katalog upp á 160 síður við nógvum og góðum litmyndum av verkum hjá Claus Carstensen, men eisini av verkum hjá Steffani Danielsen, Tóroddi Poulsen, Fríðu Matras Brekku og øðrum føroyskum listafólkum, sum Claus Carstensen hevur áhuga fyri.
Harafturat eru tekstir í kataloginum, sum Claus Carstensen, William Heinesen og Kinna Poulsen hava skrivað.
Tað er Gramar, sum hevur staðið fyri layout og prentgerð og Smyril Blue Water hevur stuðlað framsýningini. Framsýningin letur upp fríggjadagin 16.september í Norðurlandahúsinum klokkan 16-18 og í Steinprenti klokkan 17.30-19 og hon er opin til 16.oktober.










