Tað er trupult at peika á ein greiðan favoritt til Planetina sum besti føroyski einstaklingur ella bólkur.
200, Týr, Teitur, Høgni Lisberg og Déjá Vú hava øll verið í andglettinum í 2006, og hóast Teitur má metast at hava nøsina frammanfyri hini fýra nøvnini, eru tey tó øll væl við í hesari kappingini.
Teitur stendur helst sterkari enn nakrantíð uttanlands, og við sínum seinasta frambroti í Danmark, er hann trupul at koma uttan um í sambandi við hesa virðislønina.
200 hevur verið sera virkin seinasta árið. Punkbólkrin við teimum óskikkiligu tekstunum hevur rættiliga fangað føroysk ungfólk, og við nýggjari útgávu og frálíkum framførslum setti bólkurin tveir feitar strikur undir sítt navn. 200 spældi millum annað á Roskilde Festivalinum, og har vóru ummælini so góð, at nógv av teimum stóru nøvnunum á festivalinum høvdu ilt við at fylgja við.
Høgni Lisberg fekk í fjør søluavtalur í fleiri londum, og við framúr góðum framførslum á eitt nú G-festivalinum og á Summar Festivalinum var hann eitt gott ískoyti til føroyska tónleikasummarið. Høgni hevur eisini spælt nógv uttanlands, og hann verður eisini í 2007 eitt spennandi navn at fylgja.
Poppbólkurin Déjá Vú vann í fjør føroysku kappingina í Global Battle Of The Bands, og hóast bólkurin ikki kláraði at gera seg galdandi í finaluni í Onglandi, so var bólkurin eitt sera gott umboð fyri føroyskan tónleik. Sveimandi tónleikurin hjá bólkinum hevur verið at hoyrt á nógvum konsertum, og bólkurin mennir seg støðugt við nýggjum tónleiki.
Týr hava í fleiri ár verið millum bestu føroysku konsertbólkarnar. Kvæðarockurin fangar bæði ung og gomul, og uttanlands hava tey langt síðani fingið eyguni – og oyruni – upp fyri føroyska bólkinum.
Besti føroyski bólkur
200pla bf 1
Déjá Vúpla bf 2
Høgni Lisbergpla bf 3
Teiturpla bf 4
Týrpla bf 5
Send til tlf. nr. 1930










